Nógv vøra longu farin út í handlarnar

– Vit hava fingið nógva vøru niðan í nátt, sum nú er farin út í handlarnar

Tað sigur Gunnar Mohr, stjóri í heilsøluni P/F Poul Michelsen.

– Vit hava eini 60-70 prosent av allari vøru, tí vit høvdu fingið vøru heim, sum stóð á kaiini. Tey hava tí nógva vøru, eisini frukt og grøn. Okkurt manglar tó, eitt nú epli, sum eru ring at fáa úr Danmark. Vit fáa epli heim úr Hollandi mikudagin, sum verður í handlunum hósdagin, sigur hann.

Tað frættist í gjár, at arbeiðsgevarar nú fóru at leggja trýst á. Nógvir høvdu bílagt vørur heim, sum hevði verið koyrd út í handlarnar í dag við teimum fólkum, sum vóru til arbeiðis og ikki í verkfalli. Eisini frættist, at bensinstøðirnar fóru at lata upp. Hetta hevur uttan iva lagt eitt eyka trýst á samráðingarnar, sum í gjárkvøldið førdu til semju millum stríðandi partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

 

##med2##

Sambært Birgiri Nielsen, stjóra í FarCargo, so koma tey heim við fullum flogfari í dag. Tað frættist, at Føroya Keypsamtøka fær nógva vøru heim tann vegin.

– Vit eru sera fegin um, at verkfallið nú er av. Nú var tað blivið heldur óbehagiligt, tí seinastu vikuna »hava vit ikki selt fyri kølivatnið«, sigur Gunnar Mohr.

 

Høgni Hansen, stjóri hjá P/F Poul Hansen sigur, at tey eisini hava fingið nógva vøru til høldar í gjárkvøldið, og at tey eisini hava koyrt út í handlar. Tey fáa meira vøru heim við Norrønu mikudagin, eitt nú frukt og grønt, og epli fáa tey eisini heim mikudagin. So tað bendir á, at fólk, ið eru í uppisetri við eplum mugu brynja seg eitt sindur við tolni.