Norðurlendsk manskór hittast í juni

8. – 16.juni er Tórshavnar Manskór á ferð í trimum norðurlenskum høvuðsstøðum – nevnliga Keypmannahavn, Oslo og Stockholm. Harumframt vitjar manskórið eisini í Uppsala.

Tíðindaskriv:

 

Ferðalagið telur umleið 55 sangarar og tríggjar kórleiðarar. Aftrat hesum eru eisini makar, og tilsamans eru eini 85-90 ferðandi.

 

Kórið er so heppið at hava ikki færri enn tríggjar kórleiðarar: Jón Festirstein, Sámal Matras Kristiansen og Hanus Joensen.

 

Manskórið vitjar Studenter-Sangforeningen í Keypmannahavn, Den norske Studentersangforening í Oslo og Orphei Drängar við heimstaði í Uppsala. Tó vitjar Tórshavnar Manskór eisini í Stockholm.

 

Á sangskrá kórsins á ferðini er alt frá føroyskum fosturlandssangum til sjálvspeisamar tjóðskaparligar yrkingar. Kórið syngur sjálvandi eisini vakrar norðurlendskar sangperlur – og eisini sakralan kórsang, eftirsum fleiri av konsertunum eru í hábærsligum kirkjurúmum.

 

Felagskonsertirnar við hini kórini enda við, at tey syngja saman.

 

Kórini saman vóna at fáa góðar tónleikaligar felagsupplivingar, ið onkursvegna eisini kunnu geva áhoyrarunum eina felagsskaparkenslu og vón um andsskyldskap í hesum truplu tíðum.

 

Konsertir áðrenn fráferð 

 

Tórshavn

 

í sambandi við ferðina hevur kórið tvær konsertir. Tann fyrra verður í Hátúni í Musikkskúlanum við Landavegin sunnudagin 26. Mei 2024, kl. 16.00, har partar av konsertskránni á uttanlandsferðini verða framførdir.

 

Atgongumerki á kr. 150,00 eru til keyps við dyrnar

 

Fuglafjørður

 

Seinna konsertin verður í Fuglafjarðar kirkju sunnudagin 2. Juni 2024, kl. 16.00 saman við Fuglafjarðar Sangkóri undir leiðslu av Heðin Kambsdal.