Noreg fongslar mann fyri roynd njósnast fyri Kina

Ein maður, sum er ákærdur fyri njósning í Noregi, noktar seg sekan. Hann var knýttur at Arbeiðaraflokkinum.

Ein norðmaður er varðhaldsfongslaður fyri njósning í landsrættinum í Oslo. (Savnsmynd). - Mynd: Odd Andersen/Ritzau Scanpix

Ein maður er ákærdur í Noregi fyri  royna at njósnast fyri Kina og varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Tað skrivar norska tíðindastovan NTB týsdagin.

Maðurin var knýttur at javnaðarflokkinum, Arbeiðaraflokkinum (Ap).

Ákærdi varð mánadagin handtikin av norsku fregnartænastuni PST, sum er norska trygdartænastan hjá løgregluni.

Seniorráðgevin Eirik Veum í PST sigur við NTB, at viðkomandi er ákærdur fyri at bróta § 122 í norsku revsilógini, sum fevnir um álvarsligt fregnartænastuvirksemi viðvíkjandi statsloyndarmálum.

Hann er eisini ákærdur eftir § 126 um annað ólógligt fregnartænastuvirksemi.

Ákærdi noktar seg sekan. Tað sigur verjin, Marius Dietrichson.

– Hann noktar, at hann er umboðsmaður hjá Kina og sigur, at hann er ósekur í tí, sum hann er ákærdur fyri. Hann biður sjálvsagt um at sleppa leysur, sigur hann við NTB.

 

/ritzau/NTB

 

 

Ein norðmaður er varðhaldsfongslaður fyri njósning í landsrættinum í Oslo. (Savnsmynd). - Mynd: Odd Andersen/Ritzau Scanpix