Nú er einki brennievni norðanfjørðs

Tær tríggjar støðirnar hjá Effo í Suðuroy hava framvegis brennievni

Nú ber ikki til at keypa hvørki diesel ella bensin norðanfjørðs. Tann síðsta pumpan hjá Magn, sum enn er opin, er á Sandi. Hjá Effo er framvegis bæði diesel og bensin á teimum trimum støðunum í Suðuroy, í Vági, á Tvøroyri og í Hvalba.

 

Nú fer verkallið rættiliga at merkjast, tí nú eru tað bara um 10 prosent av bilunum í Føroyum, sum hava møguleika at keypa brennievni í sínum øki.

 

Í gjár sluppu feløgini annars at fylla støðirnar aftur, men tað merkir ikki, at tær sleppa at selja brennievni. Men tey, sum hava fingið undantaksloyvi, tey sleppa at keypa brennievni á mannaðu støðunum. Tað verður gjørt á tann hátt, at tey mugu inn á støðini og vísa prógv, so verður pumpan tendrað til áfylling á júst tann bilin, og so verður sløkt aftur.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Í gjár var gravgangur eftir brennievni í Vági Myndir: Esther Suðuroy