Nú er gott at hava elbil

1.972 persónbilar verða ikki raktir av verkfallinum

Teir 1.972 føroyingarnir, sum hava persónbilar, sum er elbilur, kunna koyra eins nógv áður, við ella uttan verkfall. Tey eru als ikki ávirkað av, at brennievnið í Føroyum er uppi.

Sambært Aktstovuni, so eru 1.972 persónbilar skrásettir, sum eru elbilar. Tilsamans eru 27.994 persónbilar skrásettir í Føroyum. Tað svarar til 7 prosent av øllum persónbilum í Føroyum.

Tað eru eisini fleiri vøruvognar sum elbilar í gøtunum, men teir eru langt frá líka nógvir, sum teir sum eru til diesel ella bensin. Sambært Akstovuni, so eru 88 vørubilar sum elbilar av tilsamans 4.790. Tað svarar til 1,8 prosent.

Av teimum 121 bussunum í Føroyum eru bara tveir, sum eru elbussar. Tað eru teir hjá Bussleiðini í Havn, sum ikki koyrir vegna verkfallið.