Nú er klárt at byggja í nýggjari útstykking á Argjahamri

Nógv fólk var komið saman til hátíðarhald á Argjum seinnapartin í gjár.

Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:

 

"Hetta er byrjanin til byggiøkini, ið fara at rúma umleið 147 búðeindum. Ein partur eru raðhús og ein partur eru íbúðir.

 

Stórur tørvur er á byggilendi og í tøttum samstarvi við festaran Poul Muller, eru lendi vald út, sum geva so nógvar búðeindir sum gjørligt. Dentur er eisini lagdur á frílendir fyri at skapa trivna millum fólk.

 

Stórur tørvur er á bústøðum í Tórshavnar Kommunu. Okkara kommuna er tann kommunan, har størsti fólkavøkstur er. í mai í ár búðu 23.300 fólk í Tórshavnar kommunu.

 

##med2##

Eisini her á Argjum hevur verið stórur fólkavøkstur. í mai í ár búðu 2.540 fólk á Argjum. Sostatt er fólkatalið voksið við nærum túsund fólkum seinastu 30 árini. 

 

Vit kunnu ásanna, at nógv er hent, síðani fyrstu fólkini settu seg niður á Argjum í 1828. Tá høvdu tey neyvan ímyndað sær, at fólk fóru at búgva heilt her uppi.

 

##med3##

í dag hátíðarhalda vit, at arbeiðið er komið væl áleiðis. Vit hava í dag lutahandan av vegi 2 til tær fyrstu bústaðareindirnar. Nøkur byggilendi er longu seld, meðan tey seinastu verða boðin út í næstum. Seinni verður farið undir sethúsapartin sunnanfyri útstykkingina á Hamarinum. Tá fara eini 600 fólk at búgva her. 

 

##med4##

Tað gleða vit okkum til."

 

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##