Nú eru vit 54.683 fólk í Føroyum

Fólkatalið vaks við 383 persónum seinasta árið, og 1. mai búðu 54.683 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,7%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

 

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Samstundis var fólkavøksturin seinasta árið tann minsti síðan 2014. 

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá umleið 900 fólk løgdust afturat í einum 12-mánaðarskeiði. Síðan tá er fólkavøksturin minkaður spakuliga, og nú líkist hann nógv árliga vøkstrinum á sumri í 2014.

Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. 

 

##med2##

 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 141 og eini nettoflyting á 242 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at burðaravlopið minkaði samanborið við undanfarna tíðarskeið, tí hóast deyðatalið minkaði, so minkaði føðitalið meir. Nettoflytingin minkaði eisini samanborið við undanfarna tíðarskeið, tí tilflytingin minkaði meiri enn fráflytingin. Samanlagt løgdust færri fólk afturat enn í undanfarna tíðarskeiði.

 

##med3##

 

Færri flyta til

 

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa gongdina í til- og fráflytingini. Meðan gongdin í fráflytingini hevur funnið eina meiri fasta legu seinastu mánaðarnar, er gongdin í tilflytingini framvegis spakuligt minkandi. 

 

##med4##

 

Færri verða fødd 

 

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram, meðan gongdin í deyðatalinum er við tað sama. 

 

##med##

 

Fleiri við bústaðartilknýti

 

Grafurin niðanfyri vísir, at fólkavøksturin hjá teimum við bústaðartilknýti steðgaði upp fyri umleið trimum árum síðani, hóast samlaði fólkavøksturin helt fram. Tað vóru sostatt serliga tey uttan bústaðartilknýti, sum stóðu fyri fólkavøkstrinum. Hetta er nú broytt. Fólk við bústaðartilknýti eru nú størri partur av fólkavøkstrinum, og hetta hómast aftur í grafinum niðanfyri. Av teimum 383, sum løgdust aftur at fólkatalinum seinasta árið, høvdu 226 ella 59% bústaðartilknýti. Av fólkavøkstrinum í undanfarna tíðarskeiði høvdu 28% bústaðartilknýti. 

 

##med4##

 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

 

Fólkatalið seinasta árið vaks mest í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar og Nes kommunum, meðan størsta afturgongd var í Eiðis og Hvalbiar kommunum. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mai 2023 og 2024. Eisini ber til at síggja gongdina í fólkatalinum í einstøku bygdunum her.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút

Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

 

Stutt um fólkatølini

Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.

Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.