Nú fæst blýfrítt 95 til ellisakfør á Argjum

Síðani oljufeløgini løgdu um til E10 bensin hevur tað verið ein avbjóðing at finigð blýfrítt bensin til elliskafør.

 

Gomlu bilarnir kunnu ikki nýta nýggja bensinið, og tí hava ávísar avbjóðingar verið. Eitt skifti tosaðu oljufeløgini um at selja blýfrítt bensin til eitt nú ellisakfør í 25 liturs dunkum. Men tá sløkkiliðsleiðarin í Havn her á in.fo vísti á, at hetta bæði var sera vandamikið og ólógligt, so varð tann ætlanin slept.

Loysnin hjá Effo er nú, at tey selja blýfría bensinið í einari pumpu á bensinstøðini á Argjum.

Prísurin er tó munandi hægri, enn fyri E10 bensin. Gamla bensin er 31 prosent dýrari. Tað kostar 16,23 krónur, meðan E10 bensinið kostar 12,41 krónur.