Nú fiska fleiri við snellu

Hetta er vártíð, og hetta er snellutíð, og á Fiskamarknaði Føroya siga tey í dag, at nú fiska fleiri útróðrarbátar við snellu.

Í løtuni fiskar eitt ísfiskalínuskip í føroyskum sjógvi. Skipið er nýliga farið til fiskiskap, og tí er ivasamt, um teir koma inn at landa í næstu viku.

 

Umframt ísfiskalínuskipið, eru trý frystilínuskip í íslendskum sjógvi, eitt fiskar í grønlendskum sjógvi, og tvey fiska undir Føroyum.

 

- Línuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Um útróður verður sagt, at streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vikan gongur. Veðrið verður brúkiligt fyrst í vikuni sum kemur.

 

Sagt verður, at ættin mest verður millum eystan og sunnan, og tí kann væntast, at nakað av útróðri verður norðanfyri.   

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er brúkiligur, og bátarnir fáa eina blanding av toski og hýsu.

 

Hetta er vártíð, og hetta er snellutíð, og á Fiskamarknaði Føroya siga tey í dag, at nú fiska fleiri útróðrarbátar við snellu.