Nú hava víkingarnir bara heimligu kappingarnar at hugsa um

Víkingarnir hildu tørn í stívliga ein tíma, og so vann Gent 3-0 í Klaksvík í kvøld

Mynd: Víkingur/eyp.fo

Karmarnir vóru ikki akkurát teir somu, sum teir vóru týskvøldið, tá ið KÍ vann 3-2 ímóti Malmö FF, tá ið Víkingur í kvøld í Klaksvík hevði vitjan av belgiska Gent. Tað regnaði illa, og áskoðararnir vóru ikki so nógvir, sum teir vóru týskvøldið, men harfyri var talan um fínt undirhald, og í ein stívan tíma vóru víkingarnir heilt væl við, og inntil fyrsta málið varð skorað í 64. minutti, var tað spenningur um, hvussu hetta fór at enda.

 

Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi, gav fleiri spælarum møguleikan í kvøld, sum ikki vóru millum teir fyrstu ellivu í Gent fyri einari viku síðani. Ivaleyst fyri at so nógvir sum møguligt skulu vera í góðari dystarvenjing, tá ið dystir í heimligu kappingunum tørna fyri aftur.

 

Nýggir á vongverjunum vóru Signar á Brúnni og Ingi Jonardsson, Árni Nóa Atlason var nýggjur á miðvøllinum, og Jákup Johansen var nýggur í álopinum.

 

Víkingarnir løgdu væl fyri, og teir vunnu fyrsta stóra málmøguleikan, tá ið Jørgen Nielsen varð spældur leysur.

 

Sum tíðin leið høvdu gestirnir alt meiri bóltin, og tað gekk støðugt meiri fyri seg kring og í brotsteiginum hjá Víkingi. Men víkingarnir vóru sera væl skipaðir í verjuspælinum, tað var stutt millum keturnar og spælararnar í ketunum, teir arbeiddu nógv og góvu seg fult og heilt, og tað bar aftur við sær, at tað ikki var so ofta, at tað var neyðugt hjá Bárði á Reynatrøð í málinum at spila seg út.

 

Gestirnir royndu seg ikki við skotum útifrá. Teir spældu og spældu eitt tvey samanspæl og við skiftum í borðini og borð úr borði, og so endaði tað við, at teir funnu hol í verjuni og skoraðu mál.

 

Tað fyrsta stútaði Stefan Mitrovic eftir horna úr høgru, og fimm minuttir seinni økti Matias Fernandez-Pardo við fløtum skoti. 12 minuttir undan leikloki staðfestu teir sigurin við brotsspark, sum varð sent upp í nettakið.

 

Nú er leikluturin hjá Víkingi í Europa av á hesum sinni. Dagsskráin er nú at verja oddaplássið í landskappingini og at vinna pláss í finaluni um løgmanssteypið. Fyrsti dysturin verður mánadagin, tá ið tað verður grannauppgerð ímóti ÍF.

 

 

 

Víkingur – Gent 0-3 (0-0)

 

Europa Conference League 2. umfar og 2. dystur

 

Hósdagin 1. august 2024 kl. 19.00 í Klaksvík

 

0-1: Stefan Mitrovic 64.

 

0-2: Matias Fernandez-Pardo 69.

 

0-3: Max Jimmy Dean br 78.

 

Gent samantaldur vinnari við málmuninum 7-1

 

Dómarabólkur úr Ungarn: Mihály Káprály, Istvan Albert, Gergo Vigh-Tarsonyi og Ferenc Karakó (4. dómari)

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Géza Dávid Turi (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 60.), Sølvi Vatnhamar (Finnur Justinussen, 60.) – Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson, 46.), Jørgen Nielsen (Martin Klein Joensen, 76.), Jákup Johansen (Páll Eirik Djurhuus, 76.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Bergur Gregersen, Jónatan Lervig, Ari Olsen, Áki Magnussen, Rani Hansen, Ingi Arngrímsson

 

Gult kort: Jákup Johansen

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

Mynd: Víkingur/eyp.fo