Týskir Leopard-stríðsvognar, sum Noreg skal keypa fyri 20 milliardir norskar krónur, skulu byggjast í Trøndelag.
Norski verjumálaráðharrin, Bjørn Arild Gram, heldur, at hetta kann gerast byrjanin til eitt norskt ídnaðarævintýr.
Noreg hevur nevniliga keypt 54 nýggjar Leopard 2 A8 NOR stríðsvognar.
Avtalan við týsku vápnafyritøkuna, Krauss-Maffei Wegmann, er, at mekaniski verkstaðurin, Ritek í Levanger í Noregi, skal framleiða og viðlíkahalda stríðsvognarnar.
Tað var í fjør vetur, at norska stjórnin gjørdi av, at verjan skal hava nýggjar stríðsvognar.
Nú er avtala so gjørd millum týska framleiðaran, Krauss-Maffei Wegmann og mekaniska verkstaðin, Ritek, um framleiðslu og viðlíkahald av vognunum.
- Tað er ongantíð hent áður, at stríðsvognar eru framleiddir í Noregi, vita norskir miðlar at siga í morgun.