Nú spríkir bensin úr pumpunum

So skjótt verkfallið var av sóust bilar við bensinpumpurnar

Nú er bensin aftur at fáa. Í morgun frættist annars, at síðsti dropin av bensini í landinum varð seldur, tá einki bensin var eftir hjá Effo í Vági.

Men bensini er tó nóg mikið av, tí støðirnar vórðu fyltar undir verkfallinum, men tey sluppu bara ikki at selja nýggja bensinið, sum tey høvdu fingið í tangarnar, uttan við undantaksloyvi frá fakfeløgunum.

So skjótt tíðindini bórust um, at verkfallið var av, sóust nógvir bilar við bensinstøðirnar, millum annað hjá Magn við Ringvegin, sum myndirnar vísa.

##med2##