Nýggj sýning letur upp á Listasavni Føroya

Sýningin berur heitið Træðrir og letur upp fríggjadagin

##med2##

 

Hesar dagar stákast lista- og starvsfólk á Listasavninum í sambandi við at ein nýggj  sýning letur upp fríggjadagin. Sýningin ið berur heitið Træðrir, snýr seg um klæði og træðrir sum tilfar, og hvønn yvirskipaðan og abstraktan týdning hetta tilfarið kann hava í ymsum samanhangum. Sýningin spyr hvussu sosialpolitisk evni kunnu lýsast ígjøgnum knútar, flættur og fjøkjur, hví er tað upplagt at tosa um viðkvom evni ígjøgnum klæði, hvussu er ein tráður gjørdur, hvørjar dygdir hevur ein tráður, og hvat hevur hann verið brúktur til?

 

Um sýningina greiðir kurator Kirstin Helgadóttir frá, at træðrir og klæði eru ein innbygdur partur av okkara gerandisdegi. Vit verða ballað inn í klæði, tá vit eru fødd; vit leggja klæði um lekjandi sár; vit liggja saman í seingjarklæðum. Okkara kroppar hava áhaldandi samband við træðrir av ymsum slag, og vit hava øll ein ótilvitaðan kunnleika til træðrir sum tilfar. Træðrir eru ongantíð neutralir. Í Føroyum hava vit eina sterka bindisiðvenju og søguligt tilknýti til ull og garn. Ullin er lødd við kenslum og hollari vitan um føroyskan siðaarv. Verkini á framsýningini hava føroysku siðvenjuna í bakinum, tó við einum samtíðarúttrykki, ið brýtur frá tí, ið vit kenna til føroyskt handverk. 

 

##med3##

 

Hon greiðir frá, at ein tráður kann skapa spenningsmyndir í talumáli, so sum “at hanga í tunnum tráði”. Hugtøk so sum “kellingaknútar” og “sálarfløkjur” eru ímillum tey, ið fylla klivarnar á framsýningini, ið er bæði ítøkilig og abstrakt. Ull var einaferð Føroya gull, men í dag liva handverkið og siðvenjurnar víðari í endurnýggjaðum hami, sum ein miðil til eitt listaligt úttrykk.

 

##med4##

 

«Træðrir» er ein framsýning við fimm installatiónum, sum fimm føroysk samtíðarlistafólk hava gjørt. Listafólkini eru Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Maibritt Marjunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Alda Mohr Eyðunardóttir. Í hvør sínum rúmi og við hvør sínari tilgongd sýna tey fram listaverk, ið viðgerða tráðin - evnisliga og tilfarsliga. Úrslitið er ein framsýning við fjølbroyttum úttrykki og við verkum, ið viðgera ymisk sosialpolitisk evni, sigur Kirstin Helgadóttir.

 

Fernisering verður á Listasavni Føroya fríggjadagin tann 6/8-24 klokkan 16:00.

 

##med5##

 

##med6##

 

Myndir: Tordis Vang Guttesen