Øgiligt lív: Sligin politistur, stolið neyðbluss og ótrygg fólk

Politiið hevði úr at gera í sambandi við kroatisku fjeppararnar áðrenn og undir dystinum móti HB í gjár

Tað bleiv eitt øgiligt uppstandilsi av kroatisku fjepparanum frá Hajduk Split til dystin móti HB í gjár.

 

Longu tíðliga um dagin markeraðu teir seg í miðbýnum í Havn, har teir høvdu meiggjað miðbýin til við spraymáling. Tað er tó ógjørligt hjá politinum at gera nakað við hetta, sigur vakthavandi í morgun.

 

– Vit hava ongan kjans at finna útav, hvør gjørdi tað. So tað gera vit ikki meira við. 

 

Klokkan 14:30 varð ein kroati handtikin fyri brot á skilhaldssreglarnar. Hann tveitti eina fløsku á vegin og var ófantaligur, og tað var í tí sambandi ivamál um, um hann vildi forskrekkja fólk við sínum atburði. Kroatin var rættiliga fullur og er enn í brummuni hjá politinum. Hann skal av landinum í morgin, men kannast skal eisini, um hann hevur gjørt okkurt annað brotsverk.

 

LES EISINI Kroatiskir fótbóltsfjepparar hava meiggjað Havnina til við graffiti

 

Stormaðu inngongdina og slóu ein politist

 

Uppundir dystarbyrjan um 18-19 tíðina savnaðust ein stórur bólkur av kroatum í miðbýnum fyri so at ganga niðan í Gundadal í felag. Og tað gekk ikki stillisliga fyri seg, tá teir komu niðan til inngongdina. 

 

– Teir stormaðu inngongdina, fortelur vakthavandi hjá politinum.

 

Ein politistur varð her sligin tríggjar ferðir í bakhøvdið.

 

– Tað gekk so skjótt fyri seg, so tað var ringt at síggja, hvør gjørdi tað, men vit hava vakmyndir, sum skulu gjøgnumgangast. 

 

Politiið hevur eisini samband við politistar (spottarar) úr Kroatia, sum kenna allar hesar hooligan-fjeppararnar, og hesir skulu hjálpa til við at eyðmerkja tann, ið leyp á politistin.

 

Politisturin fekk ilt í høvdið, men fekk ikki serligan skaða.

 

##med2##

 

Annars var ætlanin at hava strangt eftirlit við dyrnar, har gestirnir skuldu kannast væl og virðiliga fyri neyðbluss og annað, sum teir ikki mugu hava við inn.

 

Men tað gekk ikki, sum ætlað, kunnu tey flestu staðfesta, eftir at hava sæð myndir frá dystinum. Tí har var so mikið nógv neyðbluss, at dysturin mátti bríkslast av eina løtu orsakað av tjúkka roykinum. 

 

LES EISINI: Nógvir Hajduk Split fjepparar í Havn

 

Av tí at kroatarnir stormaðu inngongdina, fingu vaktirnir ikki visiterað øllum, og tí var so nógv neyðbluss inni, fortelur vakthavandi.

 

Men hvar hava teir so fingið alt hetta neyðblussið frá? Teir kunnu jú ikki hava havt tað við í flúgvaranum. Her hevur politiið eina teori:

 

– Tað kann vera, at fýrarnir hava verið niðri á bátum í Vágsbotni og stolið neyðbluss. Eigararnir burdu farið og kannað eftir í bátunum.

 

Stúrt varð fyri, hvussu skilið fór at vera í býnum eftir dystin, um kroatarnir fóru á barr. Men her valdu skeinkistøðini at sláa seg saman og siga “hetta vilja vit ikki vera við til”, og tey stongdu tí øll.

 

– Tað gav góða effekt. Tí so varð ikki drukkið meira, fortelur politiið.

 

##med3##

 

LES EISINI: Ustaša og Torcida Split: kroatisk søga og fótbóltssøga