Mynd: Birgir W. Høgnesen

Øll eru hjartaliga vælkomin á Bátastevnu

- Vit hava bæði havt brennandi sól, og vit hava havt kava. Nú skulu vit vóna, at veðurgudarnir rættiliga verða við okkum á Bátastevnuni hesaferð, sigur Jónfinn Egilsnes.

 

Mynd: Birgir W. Høgnesen

Hóskvøldið byrjaði skráin fyri bátastevnuna í Vestmanna, sum aftur í ár er eitt stórt og fjølbroytt tiltak, har nakað verður til øll, bæði stór og smá.

 

Skráin byrjaði við einum stórum og vælumtóktum Syngið-við-kvøldi við brøðrunum, Rasmusi og Magnusi Magnussen – og mati, sum Grill Team stóð fyri.

 

Í kvøld verður eisini nógv á skránni í Vestmanna, og frá klokkan 18 fara fleiri kendir og vælumtóktir bólkar og einstaklingar á pall.

 

Tað verður Eyðun Nolsø, sum byrjar kvøldið í kvøld, tá hann fer spæla frá klokkan 18 til 20. Síðan fara Anfinn & Co at spæla frá klokkan 20 til 21.

 

Eftir hetta verður eitt Abba-tiltak frá klokkan 21 til 22, og síðan verður tað danski bólkurin Gasbox frá 22 til 23.

 

Í kvøld klokkan 23.30 verður tað Jens Marni Band í ein tíma og síðan Páll Finnur Páll frá klokkan 00.30 til 01.30.

 

Tað verður bólkurin, Grandma’s Basement, sum endar kvøldið í kvøld við tímanum frá klokkan 01.30 til klokkan 02.30.

 

Í morgin, leygarmorgunin frá klokkan 09 til 11, verður morgunmatur í stóra tjaldi til bátafólk og kampingfólk, og klokkan 14.30 byrja bátarnir at sigla av Fútakletti og inn á Vestmanna.

 

Umleið ein tíma eftir, at siglingin er byrjað, verða bátarnir lagdir til atløgurnar við bátabrúgvarnar, og tá fólk eru komin í land í øllum góðum, verður bjóðað til góða og ókeypis suppu í tjaldinum.

 

- Her eru allir stevnugestir hjartaliga vælkomnir, sigur Jónfinn Egilsnes, sum er ein av fyrireikarunum aftan fyri stóra tiltakið.

 

##med2##

 

Nógv ymiskt verður á skránni seinnapartin leygardagin og leygarkvøldið, og her verður eisini nógvur tónleikur við kendum tónleikanøvnum, sum lesast kann um á Facebook-vanganum hjá bátastevnuni.  

 

Jónfinn Egilsnes sigur, at á bátastevnu í Vestmanna hava tey gjøgnum árini roynt alt veður. Her hava stevnur verið í brennandi sól, og her hava stevnur verið við kava.

 

- Nú skulu vit vóna, at veðurgudarnir rættiliga verða við okkum hesaferð, og tað er alt, sum bendir á, at vit enn einaferð fara at fáa eina góða bátastevnu, leggur hann aftrat.

 

##med3##

 


 

 

Mynd: Birgir W. Høgnesen

Mynd: Birgir W. Høgnesen

Myndin er frá hugnaliga Syngið-Við-tiltakinum í gjárkvøldið. Mynd: Bátastevnan