Ókendir geva út sítt fyrsta lag

Føroyska tónleikakollektivið Ókendir, hava givið út sítt fyrsta stakla, tað kreativt nevnda lagið: "Ókendir".

 

Sjálvnevnda útgávan er eitt slag av temasangi fyri bólkin. Eitt illsint trapp-lag við rungandi bass, óhugnaligum klokkuspæli, og ein frísk blanding av tónleikagreinum, við atmosferiskum keyboardi og rokkutum gittara.

Í tekstinum hugleiða tveir av vokalistunum - Marius DC og Svarta - um føroyskt hipp hopp, og upprunan av kollektivinum.

Setningar sum “Mála hasar veggirnir líka sum Dexter” og “Steðgi ikki fyrr enn eg aftur standi og haldi í einum steypi” vísa, at hetta eru ungir menn við høgum ambitiónum í føroyskum tónleiki.

##med2##

 

Tað eru Marius DC og Nönne, ið hava framleitt, og Nönne hevur harumframt ljóðblandað lagið. Regin Tausen spælir gittar og Jákup Tórgarð spælir á tangentar.

Ókendir gjørdu vart um seg við brakandi frumframførslu á fyrsta innleiðandi umfari á Sement í ár, ið sendi bólkin beint í finaluna. Í finaluni megnaðu teir aftur at fanga fjøldina í Reinsarínum, ið bæði klappaði og sang við til óhoyrdu løginið.

Við nýggja staklagnum og einum spennandi plássi sum fyrsta navnið kunngjørt á SKRAPT festivalinum í oktobur, og luttøku á Saltfest á Tvøroyri í summar, er árið hjá Ókendir veruliga sparkað í gongd. Ella sum teir sjálvir siga: “Framtíðin er ókend”

"Ókendir" er tøkt nú á øllum stroymingstænastum.https://tr.ee/Okendir