OL-hondbóltur: Donsku kvinnurnar hava vunnið seg í hálvfinalurnar

Allar fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum vera leiktar í dag

 

Danska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur leikt seg í hálvfinalurnar í olympiska endaspælinum í Fraklandi.

 

Tað gjørdist veruleiki tá Danmark tíðliga í morgun vann 29-25 á Niðurlondum.

 

Í steðginum var Danmark á odda 11-10. Niðurlond vóru annars á odda 4-0 ta fyrstu løtuna.

 

Danmark fekk eina góða byrjan upp á seinna hálvleik og økti til 15-10. Niðurlond fingu tíðum munin niður og tvey og trý mál, men so svaraðu donsku kvinnurnar aftur.

 

Althea Reinhardt i danska málinum gjørdi sítt við 17 bjargingum.

 

Danmark møtir vinnaranum av dystinum millum Noreg og Brasil í hálvfinaluni. 

 

Danmark - Niðurlond 29-25 (11-10)

 

Danmark: Anne Mette Hansen 6, Mie Enggrob Højlund 4, Emma Cecilie Uhrskov Friis 4, Louise Vinter Burgaard 4, Kristina Jørgensen 3,  Sarah Aaberg Iversen 3, Rikke Iversen 1, Mette Tranborg 1, Helena Elver Hagesø 1.

 

Niðurlond: Dione Housheer 7, Bo Van Wetering 7, Angela Malestein 5, Estavana Polman 2, Nikita Van Der Vliet 1, Tamara Haggerty 1, Laura Van Der Heijden 1, Larissa Nusser 1.

 

Fjórðingsfinalurnar vera leiktar soleiðis:

 

Klokkan 8.30: Danmark-Niðurlond 29-25 (11-10)

 

Klokkan 12.30: Frakland-Týskland

 

Klokkan 16:30: Ungarn-Svøríki

 

Klokkan 20:30: Noreg-Brasil