OL hondbóltur: Frakland hevur fullan pott aftaná fýra dystir

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í bólki B í OL-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum

Fronsku vertirnir hava fult stigatal aftaná fýra umfør í innleiðandi bólkaspælinum í OL-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum.

 

Frakland vann stórsigur á Angola, og Niðurlond vunnu greiðan sigur á Brasil. Ungarn hevur eisini vunnið seg í fjórðingsfinalurnar aftaná sigur á Spania.

 

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í bólki B.

 

Angola – Frakland 24-38 (14-18)

Angola: Azenaide Carlos 5, Stelvia Pascoal 5, Vilma Nenganga 5/1, Helena Paulo 3, Juliana Machado 2, Dolores Rosario 2, Marilia Fonseca 1, Liliane Mario 1.

Frakland: Orlane Kanor 7, Tamara Horacek 6/1, Estelle Nze Minko 5, Chloe Valentini 4, Coralie Lassource 3, Alicia Roublanc 3/1, Lucie Granier 3, Lena Grandveau 2, Crace Zaadi Deuna 2, Onacia Ondoni 1, Pauletta Foppa 1, Lausa Flippes 1.

 

Spania – Ungarn 24-27 (12-14)

Spania: Alexandria Cabral 6/3, Marta Lopez 5, Paula Arcos 4, Mireya Gonzalez 2, Kaba Gassama 2, Jennifer Maria Gutierrez 2,Lara Gonzalez 2, Alicia Fernandez 1.

Ungarn: Katrin Klujber 6, Petra Vamos 5, Viktoria Gyori-Lukacs 5, Petra Anita Fuezi Tovizi 3, Csenge Kuczora 3, Nadine Szollozi-Schatzl 2, Petra Simon 2, Kinga Debreczeni-Klivinyi 1.

 

Niðurlond – Brasil 31-24 (17-13)

Niðurlond: Bo van Wetering 6, Lois Abbingh 5, Angela Malestein 5/1, Dione Houstheer 5, Larissa Nusser 4, Nikita van der Vliet 3, Delly Dulfer 2. Estavana Polman 1.

Brasil: Garbiela Bitolo 7, Patricia Matieli 5, Samara Vieira 5, Ana Claudia Bolzan 4, Mariane Fernandes 1, Jessica Quintino 1, Tamiers Araujo Frossand 1.

 

Aftaná fýra umfør hevur Frakland átta stig, og Niðurlond hava seks stig. Ungarn hevur fimm stig og Angola hevur trý stig. Brasil hevur tvey stig og Spania hevur einki stig.

 

Í seinasta umfarinum í bólkaspælinum 3. august eru dystirnir hesir: Ungarn-Niðurlond, Spania-Frakland og Brasil-Angola.