OL-hondbóltur: Fult stigatal til Frakland - Brasil vann seg í fjórðingsfinalurnar

Brasil smurdi Angola av í avgerandi dystinum um fjórða plássið

Bólkaspælið í bólki B í hondbólti hjá kvinnum í OL-endaspælinum í París er liðugt.

 

Frakland tryggjaði sær fult stigatal, 10 stig við stórsigri á Spania, ið einki stig fekk í kappingini.

 

Brasil smurdi Angola av í avgerandi dystinum um fjórða plássið í bólkinum, og vann seg sostatt víðari til fjórðingsfinalurnar.

 

Í triðja dystinum vunnu Niðurlond á Ungarn.

 

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í bólki B:

 

Brasil – Angola 30-19 (14-6)

Brasil: Gabriela Bitolo 7/2, Samara Bitolo 6, Ana Claudia Bolzan 4, Bruna de Paula 4, Patricia Matieli 3, Tamires Araujo Frossard 2, Jessica Quintino 2/1, Kelly Rosa 1. Mariane Fernandes 1.

Angola: Stelvia Pascoal 4, Chelcia Gabriel 3, Vilma Nenganga 3, Juliana Machado 2, Azenaide Carlos 1, Natalia Fonseca 1, Marilia Quizekete 1, Albertina Kassoma 1, Natalia Santos 1, Dolores Rosario 1, Liliane Mario 1.

 

Ungarn – Niðurlond 26-30 (16-19)

Ungarn: Viktoria Györi-Lukacs 5, Katrin Klujber 5/2, Nadine Szollosi-Schatzl 4, Noemi Pasztor 3, Petra Simon 3, Csenge Kuczora 2, Petra Anita Fuesi Tovizi 2, Anna Albek 1, Petra Varmos 1.

Niðurlond: Lois Abbingh 7, Angela Malestein 6, Nikita van der Vliet 4, Laura van der Heijden 4, Dione Housheer 3, Estavana Polman 3, Bo van Wetering 2, Larissa Nusser 1.

 

Spania – Frakland 24-32 (9-17)

Spania: Alexandrina Cabral 5/5, Mara Lopez 3, Carmen Campos 3/1, Kaba Gassama 3, Alicia Fernandes 3, Mireya Gonzalez 2, Lysa Tchaptchet 2, Jennifer Maria Gutierrez 2, Silva Eugenia Arderius 1.

Frakland: Alicia Toublanc 6/4, Pauletta Foppa 5, Meline Nocandy 4, Laura Flippers 3, Estelle Nze Minko 3, Lucie Granier 2, Tamara Horacek 2, Orlane Kanor 2, Coralie Lassource 2, Chloie Valentini 2, Laura Glauser 1.

 

Endaliga støðan í bólki B:

 

1. Frakland 10 stig.

 

2. Niðurlond 8 stig.

 

3. Ungarn 5 stig.

 

4. Brasil 4 stig.

 

---------------------

 

5. Angola 3 stig.

 

6. Spania 0 stig.