Ongland: Lyklaspælarar sleppa ikki við til EM

EM 2024: Gareth Southgate hevur frávalt nakar av royndastu spælarunum

Mynd: (FA) Gareth Southgate

Enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate, hevur úttikið ein fyribils hóp til EM 2024 endaspælið, sum verður í Týsklandi í summar. Hann hevur úttikið 33 spælarar, sum seinni verða til 26.

 

Sermerkt er, at spælarar sum Marcus Rashford, Raheem Sterling, Jordan Henderson og Jadon Sancho sleppa ikki við. Tríggir teir fyrstnevndu hava allir spælt nógvar landsdystir fyri Gareth Southgate, meðan Jadon Sancho av álvara hevur funnið formin í Borussia Dortmund og skal spæla Champions League finalu um hálva aðru viku.

 

Gareth Southgate sigur millum annað, at Marcus Rashford er frávaldur, tí aðrir hava havt eitt betri kappingarár. Jordan Henderson hevur verið skaddur í seinastuni og tí er hann ikki við. Raheem Sterling hevur verið frávaldur í eina tíð.

 

Hinvegin hava fleiri ungir spælarar fingið møguleikan. Spælarar sum Jarell Quansah (Liverpool), Curtis Jones (Liverpool), Kobbie Mainoo (Manchester United) og Adam Wharton (Crystal Palace). Til hetta sigur landsliðsvenjarin, at nakar av úttøkunum eru eisini við tanka um framtíðina.

 

Fyribils hópurin:

 

Málverjar: Dean Henderson (Crystal Palace), Jordan Pickford (Everton), Aaron Ramsdale (Arsenal), James Trafford (Burnley)

 

Verjuspælarar: Jarrad Branthwaite (Everton), Lewis Dunk (Brighton & Hove Albion), Joe Gomez (Liverpool), Marc Guehi (Crystal Palace), Ezri Konsa (Aston Villa), Harry Maguire (Manchester United), Jarell Quansah (Liverpool), Luke Shaw (Manchester United), John Stones (Manchester City), Kieran Trippier (Newcastle United), Kyle Walker (Manchester City)

 

Miðvallarar: Trent Alexander-Arnold (Liverpool), Jude Bellingham (Real Madrid), Conor Gallagher (Chelsea), Curtis Jones (Liverpool), Kobbie Mainoo (Manchester United), Declan Rice (Arsenal), Adam Wharton (Crystal Palace)

 

Framherjar: Jarrod Bowen (West Ham United), Eberechi Eze (Crystal Palace), Phil Foden (Manchester City), Anthony Gordon (Newcastle United), Jack Grealish (Manchester City), Harry Kane (Bayern Munich), James Maddison (Tottenham Hotspur), Cole Palmer (Chelsea),  Bukayo Saka (Arsenal), Ivan Toney (Brentford), Ollie Watkins (Aston Villa)

 

Mynd: (FA) Gareth Southgate