Av trygdarávum vórðu fólk flutt burtur úr roykinum

- Tað er ikki ofta, at fólk verða flutt burtur úr einari hálvari bygd, tí vandi kann vera fyri roykeitran, sigur vaktleiðarin í morgun um eldin við Norðskála í gjár.

 

Tað gjørdist óvanliga nógvur roykur, tá eldur kom í eini sethús við Norðskála í gjár. Hetta var ikki nakar svartur roykur, men hvítur roykur, sum legði seg yvir økið sunnanfyri.

 

- Allur roykur er vandamikil, og hví roykurin júst í gjár tóktist so nógvur og tjúkkur, kann hava havt nakað við veðrið at gera, helt vaktleiðarin á løgreglustøðini fyri í morgun.

 

Fólk rýmdu úr nøkrum húsum, handlar vórðu stongdir, og børn vórðu flutt úr skúla og dagstovni í Oyrarbakka.

 

- Tað er ikki ofta, at fólk verða flutt burtur úr einari hálvari bygd, sigur løgreglan.

 

Av trygdarávum kom lækni á dagstovnin at kanna børnini fyri møguliga roykeitran, og onnur børn fóru til kanningar á Landssjúkrahúsinum - fyri at binda um heilan fingur.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at sethúsini hava fingið rættiliga stóran skaða og ein, sum inni var, tá eldur kom í, slapp út úr húsinum í øllum góðum.

 

- Vit hava havt brandteknikara á staðnum, og væntandi fyriliggur ein frágreiðing skjótt, sigur løgreglan í morgun.