Óvist við vápnahvíld í Gaza

Amerikanski forsetin vónar framvegis, at vápnahvíld verður millum Hamas og Ísrael, men hann ásannar, at støðan er trupul.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, ásannar, at tað ikki er vist, at nøkur skjót vápnahvíld verður millum Hamas og Ísrael.

 

- Nei, svaraði Joe Biden, tá tíðindafólk undir G7-toppfundinum í Italia varð spurdur, um hann er vísur í, at nøkur vápnahvíld verður millum stríðandi partarnar.

Forsetin segði, at hann hevur ikki mist vónina um eina vápnahvíld, men hann ásannar, at tað verður trupult.

 

Joe Biden segði eisini, at spurningurin um vápnahvíld liggur í hondunum á palestinum og legði aftrat, at Hamas noyðist at flyta seg.

 

Í langa tíð hava samráðingarfólk úr USA, Egyptalandi og Qatar roynt at meklað millum stríðandi partarnar, men enn hevur ikki eydnast at koma á mál. 

 

Hetta vita fleiri útlendskir miðlar at siga í dag.