Putin sett treytir fyri samráðing

Russland vil hava fýra landspartar og váttan um eitt Ukraina uttan fyri Nato

Russiski forsetin, Vlademir Putin Mynd: Imago/Ritzau Scanpix

Vladimir Putin, forseti, hevur lagt fram undankrøv til møguligar friðarsamráðingar við Ukraina.

Russiski leiðarin sigur, at Moskva hevði verið klárt til slíkar samráðingar »í morgin«, um ukrainskar deildir vórðu tiknar aftur úr Zaporizjzja, Kherson, Donestk og Luhansk, og um Ukraina hevði uppgiið at gerast limur í Nato.

– Um Ukraina gongur við til hesar treytir, so vil Russland steðga øllum stríði og farið undir samráðingar.

Russiski forsetin leggur afturat:

– Um Ukraina og Vesturheimurin havnar okkar seinasta friðaruppskoti, so fer framtíðar staðan á vígvøllinum ikki at vera til fyrimuns fyri Kyiv, og treytirnar fyri nýggjum friðaruppskoti fara at vera øðrvísi.

Útspælið frá Putin kemur dagin fyri eina altjóða friðarráðstevnu í Sveis. Russland er ikki boðið við til ráðstevnuna.

Russiski forsetin sigur, at ein møgulig russisk afturtøka av vígvøllinum hevði verið alt fyri eitt.

– Sjálvandi vissa vit samstundis um eina trygga afturtøku av ukrainskum deildum frá hermótinum, sigur hann.

– Russland hevur eftirlit við einum fimtingi parti av økinum hjá Ukraina í triðja árið krígsins.

Friðarráðstevna í Sveis verður hildin í Luzern Umleið 90 lnd og felagsskapir hava vattað at vera við.

Russland var sambært Sveis ongantíð boðið at vera við. Frammanundan hevði Russland eftir øllum at døma latið skilt, at tey ikki vildu luttaka.

Ímeðan hevur Russland, sum í februar í 2022 gjørt innrás í Ukraina, kallað fundin fyri eitt vesturlenskt propagandaátak.

Men seindifólk og stjórnin í Sveis halda, at fundurin møgulig kann slóða fyri møguligum samráðingum við Russland.

Umleið 40 heimsleiðarar – altso ríkis- og stjórnarleiðarar – væntast at koma á fundin, men bæði Brasilaia og Kina hava sagt, at tey ikki vilja luttaka, uttan so at bæði Russland og Ukraina eru við.

Fleiri heimsleiðarar fara beinleiðis av G7 fundinum í Italia, sum byrjar hósdagin, til ráðstevnuna. Tað snýr seg millum annað um týska kanslaran Olaf Scholz.

Russiski leiðari ávarar eisini um, at stríðið millum Russland og Vesturheimin er koma »alt ov tætt upp á the point of no return«, og hann reypar av, at Moskva í dag hevur størstu goymslu av kjarnorkuvápnum.

Putin hevur fleiri ferðir tosað um kjarnorkuvápn undir stríðnum við Ukraina.

/ritzau/

 

 

Russiski forsetin, Vlademir Putin Mynd: Imago/Ritzau Scanpix