Rapparin Tessa vrakar orkestur vegna sexismu

Tessa vil ikki setast í samband við ein av manningini í orkestrinum, sum eftir øllum at døma er komin við óhóskandi viðmerkingum

Rapparin Tessa hevur sambært B. T. avlýst konsertina á Voxbon annað vikuskiftið við bólkinum The Antonelli Orchestra. (Arkivfoto). - Foto: Mikkel Berg Pedersen/Ritzau Scanpix

Rapparin Tessa hevur avlýst tvær konsertin, sum hon skuldi hava saman við orksetrinum The Antonelli Orchestra, eftir ein DR-dokumentar um sexismu í tónleikavinnuni.

Tað skrivar B.T.

– Eg vil ikki á nakran hátt seta í samband við handan limin í orkestrinum – restin av tónleikabólkinum ehvur jú eftir øllum at døma verið við til at lata hesa mentanina og latið hann uppført seg soleiðis, sigur hon við miðilin.

Tað snýr seg um eina konsert á Voxbotn í Føroyum annað vikuskiftið og eitt show á Clarion Hotel í desember, skrivar B.T. 

Tað í er kjalarvørrinum á DR dokumentarinum »Sexisme i musikbranchen«, har fleiri kvinnuligur tónleikarar greiða frá um upplivingar við skemmandi atburði.

Í báðum førum eru tað ónevndar kvinnur, sum greiða frá.

Annar partur snýr seg millum annað um tær tríggjar songkvinnurnar Katinka Bjerregaard, Matilde Falch og Stine Bramsen og luttøku teirra í tónleikasendingini »Toppen af Poppen«.

Tær greiða frá, at tað fingu fleiri viðmerkingar, sum tær fataðu sum óhóskandi, frá einum av manningini í orkestrinum í sendingini – sum er The Antonelli Orchestra.

Í dokumentarinum sigur ónevndur limur í bólkinum, at tað eru okkurt í frásagnunum, sum hann ikki kennir aftur, man hann viðurkennir, at at tað er líka mikið, um tað er upplivað soleiðis.

– Eg vil geva eina treytaleysa umbering til tey listafólk, sum hava upplivað, at eg havi sagt okkurt, sum fer um mørk, sigur hann í svari í dokumentarinum.

B.T. hevur sett seg í sambandi við mannin eftir boðini frá Tessu um at avlýsa, men hann hevur ikki vent aftur, sigur miðilin.

»Toppen af Poppen« varð sent á TV 2 og framleiðslufelagið Mastiff hevur framleitt.

Í DR Dokumentarinum upplýsir Mastiff, at tey hava sett eina kanning í verk av gongdini. Hon førdi til, at tað var »rættað« upp á ein » uhensigtsmæssig kultur«

TV 2 heldur tó, at handfaringin hjá Mastiff – sæð í ljósinum av DR dokumentarinum – ikki hevur verið nøktandi.

/ritzau/

 

##med2##

 

##med3##

 

Tessa spældi á G í 2022

 

 

 

Rapparin Tessa hevur sambært B. T. avlýst konsertina á Voxbon annað vikuskiftið við bólkinum The Antonelli Orchestra. (Arkivfoto). - Foto: Mikkel Berg Pedersen/Ritzau Scanpix