Ronaldo: Eg virði avgerðina um eg verður settur á beinkin

Tað er ein meira eyðmjúkur Cristiano Ronaldo, ið nú fer í holt við sítt sætta EM-endaspæl

Mynd: Scanpix

Um portugisiska stjørnan, Cristiano Ronaldo bara spælir ein minutt fyri Portugal í hesum EM-endaspælinum, so verður hann tann fyrsti nakrantíð at hava tikið lut í seks EM-endaspølum í fótbólti.

 

Undir HM-endaspælinum í Katar í 2022 var Cristiano Ronaldo als ikki nøgdur, tá táverandi landsliðsvenjarin hjá Portugal, Fernando Santos setti hann á beinkin. Cristiano Ronaldo var eisini sera ónøgdur, tá høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Erik Ten Hag setti hann á beinkin næstseinasta kappingarár í Premier League.

 

Men nú er 39 ára gamli Cristiano Ronaldo meira eyðmjúkur: - Tað týdningarmesta er, at eg eri klárur likamliga og mentalt. Eg eri væl fyrireikaður, og tað eri eg altíð upp á tann besta mátan. Eg vil vera til reiðar at hjálpa liðnum, og eg vil virða avgerðina hjá venjaranum um hann brúkar meg sum ein, ið skal skiftast inn í seinna hálvleiki. Eg veit, at eg havi ikki nógv ár eftir á hægsta stigi, og tað er ein stór gáva at sleppa at spæla ár eftir ár. Sigur Ronaldo í samrøðu við Metro.

 

Komandi týskvøld klokkan 20 spælir Portugal móti Kekkia í dysti í bólki F. Dysturin verður spældur í Leipzig.

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix