Royndi at stjala matvørur úr handli í Havn

- Viðkomandi, sum var eitt vaksið fólk, varð avdúkað á veg úr aftur handlinum við matvørunum, sigur løgreglan.

Beint fyri klokkan 17.30 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan úr einum matvøruhandli í Havn.

 

Her høvdu tey avdúkað, at eitt viðskiftafólk ikki hevði goldið fyri matvørur, sum viðkomandi ætlaði at taka við sær úr handlinum.

 

- Viðkomandi, sum var eitt vaksið fólk, varð avdúkað á veg úr aftur handlinum, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um matvørur fyri umleið 700 krónur, sum ikki vóru goldnar við kassan.

 

- Soleiðis varð hetta mál uppklárað beinanvegin, og áðrenn viðkomandi slapp úr handlinum við matvørunum, verður lagt aftrat.