Russar geva USA, Bretlandi og Ukraina skyldina

Tað var seinasta fríggjakvøld, at Crocus City Hall, sum ikki liggur so fjart frá russiska høvuðsstaðnum, Moskva, varð álopið.

Aleksandr Bortnikov er leiðari fyri russisku trygdartænastuna, FSB.

Leiðarin fyri russisku trygdartænastuna, FSB, Aleksandr Bortnikov, hevur á tíðindafundi í dag givið bæði USA, Stórabretlandi og Ukraina skyldina fyri yvirgangsálopið á russiska konserthúsið.

 

Hetta gjørdi hann sambært russisku tíðindastovuni, Tass, sum Reuters endurgevur, tó at ein bólkur hjá IS, Islamiskum Stati, beinanvegin tók ábyrgdina av álopinum.

 

Tað var seinasta fríggjakvøld, at Crocus City Hall, sum ikki liggur so fjart frá russiska høvuðsstaðnum, Moskva, varð álopið.

 

Trygdartænastuleiðarin, Aleksandr Bortnikov, segði eisini, at ukrainska trygdartænastan - SBU - eigur at stemplast sum ein yvirgangsfelagsskapur.

 

Russar hava sagt, at higartil eru 11 fólk handtikin, og hetta eru fólk, sum russar hava illgruna um høvdu ein leiklut í álopinum á konserthúsið, har tilsamans 139 fólk lótu lív, og mong vórðu særd.

 

Í gjárkvøldið segði russiski forsetin, Vladimir Putin, at tað vóru víðgongdir islamistar, sum stóðu aftan fyri álopið - og so kortini gav hann eisini Ukraina skyldina fyri at hava havt ein leiklut í atsóknini

 

- Vit vita, hvør gjørdi hetta. Nú vilja vit finna út av, hvør gav boðini um yvirgangsálopið, segði russiski forsetin í gjárkvøldið.

 

Sambært Reuters siga myndugleikarnir í Ukraina, at landið hevur einki við álopið at gera, og ráðgevin hjá ukrainska forsetanum sigur, at ákærurnar hjá Russlandi eru lygusøgur.

 

 

 

Aleksandr Bortnikov er leiðari fyri russisku trygdartænastuna, FSB.