Russland fylgir neyvt við Nato-toppfundinum

Russiski forsetin ávarar Evropa um, at heimsparturin í praksis er verjuleysur, sum hann tekur til, og talsmaðurin hjá Kreml sigur, at Russland sær Nato-felagsskapin sum fígginda.

Dmitrij Peskov, sum er talsmaður hjá Kreml, sigur, at russiskir myndugleikar fara at fylgja væl við Nato-toppfundinum í Washington.

 

Millum málini á skránni verður Ukraina, og her sigur Russland seg fara at fylgja væl við, hvørjar avgerðir fara at verða tiknar á fundinum.

 

Á toppfundinum, sum byrjar í dag, er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj. Millum heimsins leiðarar, sum ikki eru limir í Nato, hevur hann fingið eina serliga innbjóðing.

 

Tað er væntandi, at Ukraina á fundinum fer at fáa eitt lyft um Nato-limaskap, eftir at kríggið er liðugt, og væntandi er eisini, at landið fer at fáa lyfti um meira loftverju úr vesturheiminum.

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, ávarar Evropa um, at heimsparturin í praksis er verjuleysur, sum hann tekur til, og talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, sigur, at Russland sær Nato-felagsskapin sum fígginda.

 

Sambært www.dagbladet.no sigur Dmitrij Peskov eisini, at Nato roynir at bera so í bandi, at Russland tapir á hermótinum og tekur soleiðis beinleiðis lut í stríðnum móti Russlandi í Ukraina.