Poulina Slættanes, sum í mong ár var lærari í Sankta Frans skúla í Havn, hevði nunnurnar til ein drekkamunn týsdagin at siga teimum farvæl, nú tær far av landinum. Frá vinstru Maria Forresal (Írland), Marisa Spiteri Cremona (Malta), Poulina Slættanes, Florence Lee Yoen Hee (Korea), Louisa Smets (Belgia) og Rosapinn Aoes (Sri Lanka) Mynd: Álvur Haraldsen

Saknur verður í eini býarmynd, ið nú ikki rakk longur

– men sum vit øll gleddust um. Fransiskanarasytrarnar fara nú av landinum

Poulina Slættanes, sum í mong ár var lærari í Sankta Frans skúla í Havn, hevði nunnurnar til ein drekkamunn týsdagin at siga teimum farvæl, nú tær far av landinum. Frá vinstru Maria Forresal (Írland), Marisa Spiteri Cremona (Malta), Poulina Slættanes, Florence Lee Yoen Hee (Korea), Louisa Smets (Belgia) og Rosapinn Aoes (Sri Lanka) Mynd: Álvur Haraldsen

Í Sosialinum hesaferð skrivar Poulina Slættanes áhugaverda grein um Fransiskanarasytrarnar, sum nú fara av landinum. Poulina Slættanes hevur verið lærari í Sankta frans skúla í mong ár, og kennir tí sera væl systrararn. Hon skrivar millum annað soleiðis:

Tað er óveruligt, at eitt so øðrvísi samansett og kravlítið húski, ið flestu okkara eru vaksin upp við, nú riggar av. Ein serstakur búfelagsskapur loysnar sundur og fer av landinum med alla.

Sterkstolta søgan um systrarnar og skúlan í Varðagøtu í Havn stendur eftir. Ikki fylla tær í bingjur, tað tær eiga. Tær eiga so gott sum einki. Tað, tær høvdu í hondum, var felags, so tað ger man aðrar loysnir um. Systrarnar skiljast ikki bara frá landinum, tær vóru vorðnar góðar við, men skiljast eisini frá hvør aðrari.

Tætti búfelagsskapurin slitnar teirra millum, og nakað annað tekur við í so øðrvísi londum. Hetta høvdu tær ilt við at ímynda sær skuldi henda; men seinasta árið eru tær komnar til sættis við, at lívið í Føroyum er av. Sjálvandi sorgblítt men góðtikið, tí teirra lívlanga lyfti til skipanina svitast ikki. Valið er lýdni fram um alt annað.

Sendiferðin til Føroya, ið byrjaði í 1931, og sum tíðin nú er farin frá, er av og alt, ið kom aftaná, er í góðum hondum. 58 systrar hava verið øll hesi árini. Nakrar steðgaðu stutt og aðrar leingi. Í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin liggja 4 systrar mettar av døgum, ið vóru her frá 65 árum og niður í tey 48.

##med2##

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið og sum haldarar kunnu lesa á www.sos.fo