Gullbrandur og liðfelagarnir leiktu javnt á heimavølli

Noah Mneney slapp ikki upp í part hjá Bryne í dag

U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur Øregaard var við frá dystarbyrjan tá lið hansara, Sandnes ULF á heimavølli leikti javnt 2-2 móti gamla liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger í næstbestu norsku fótbóltdeildini.

 

Levanger legði seg á odda 1-0 tá bert seks minuttir vóru leiktir. Stutt undan steðginum skoraðu Daniel Braut og Andreas Nyhagen fyri Sandnes, ið var á odda 2-1 í steðginum. Levanger javnaði til 2-2 tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. 

 

Levanger var favorittur at vinna dystin, og hevði væl fleiri málroyndir enn Sandnes, so javnleikur er á einari leið hjá Gullbrandi og liðfeløgunum.

 

Sandnes er nummar níggju í deildini við fimm stigum fyri fimm dystir.

 

Noah Mneney slapp ikki upp í part tá lið hansara, Bryne á heimavølli vann 1-0 á gamla føroyingaliðnum, Sogndal við einum sigursmáli Christian Landu-Landu skoraði í tí allarfyrsta minuttinum av dystinum.

 

Bryne er triðfremst í deildini við níggju stigum fyri fimm dystir.

 

Í morgin klokkan 13.30 tekur liðið hjá Meinhardi E. Olsen, Mjøndalen móti gamla stórliðnum, Vålerenga á heimavølli.