Savnið hjá Kringvarpinum verður liðugt dagført í 2029

Fyrsta stig er at uppstiga verandi søvn, sigur landsstýriskvinnan í svari til fyrispurning

 

Tað er Helgi Abrahamsen, løgtingsmðaur, sum hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum ein grein 52a fyrispurning um Savnsgull verkætlanina.

Hann spurdi soleiðis:

1. Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan fyri, at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum kann gerast atkomuligt hjá almenninginum ?

2. Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan fyri, at aðrar gamlar upptøkur, so sum tónleikaupptøkur, kunnu verða atkomuligar hjá almenninginum?

3. Verður arbeitt við at gera hesi søvn atkomulig?

4. Um arbeitt verður við hesum, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður liðugt?

Í svarinum sigur Sirið Stenberg soleiðis:

Svar til spurning 1:

Arbeiðið at gera søvnini atkomulig fyri almenninginum er í gongd.

Samlaðu søvnini hjá Kringvarpinum eru nógv størri enn tað, ið er fevnt av Savnsgullverkætlanini. Savnsgull fevndi um talgilding av tilfari í savninum hjá Kringvarpi Føroya frá ár 1957 til stutt eftir aldarskiftið. Talan var um á leið 500.000 pappírsskjøl, 30.000 ljóðbond og 13.000 videobond. Samlaða savnið í Kringvarpinum er umleið tríggjar ferðir so stórt.

Arbeiðið við atkomuligheit fevnir um alt tilfarið, og tað hongur tætt saman við framleiðsluskipanunum og talgildu menningini av stovninum annars.

Nógv arbeiði og nógv skráseting skal gerast við sjálvt tilfarið, áðrenn bandasavnið kann gerast alment. Hetta er eisini galdandi fyri talgilda tilfarið frá Savnsgulli. Metingin hjá Kringvarpinum er, at hetta arbeiðið er líka umfatandi sum upprunaliga Savnsgullverkætlanin.

Arbeiðið við skráseting fevnir eitt nú um at gjøgnumganga og gera røtt heiti og leitiorð, so tilfarið ómakaleyst kann leitast fram í savninum.

Sum er, verður tilfar úr savninum gjørt atkomuligt, so hvørt sum tað verður brúkt, til dømis tá ið onkur gomul upptøka skal sendast. Tilfarið má – sambært omanfyristandandi – arbeiðast til, og hetta tekur tíð og orku.

Dømi um slíkt tilfar er tað, ið finst á VIT-appini. Stórur partur av tí sjónvarpstilfari, ið er framleitt til børn, er gjørt atkomuligt her.

Kringvarpið arbeiðir sostatt við at gera savnstilfar so atkomuligt, sum til ber. Hetta merkir, at heimasíðan verður ment til eisini at fevna um eina savnsfunktión, so føroyingar kunnu leita fram eina størri nøgd av tilfari har.

 

Svar til spurning 2:

Sum Kringvarpið hevur upplýst fyri mær, er tað tøkniliga sæð ongin munur á tónleiki og øðrum tilfari í savninum. Sambært Kringvarpinum er munurin, at Kringvarpið í flestu førum eigur ikki upptøkurnar, og kann tí ikki sjálvt taka støðu til atkomuligheit í einari savnsskipan.

Sum er, hevur Kringvarpið ikki rættindi til at lata fólk finna fram tónleik og spæla ella taka niður.

Svar til spurning 3:

Ja, tað verður arbeitt við at gera søvnini atkomulig. Hetta verður gjørt so líðandi, sum tilfarið er arbeitt ígjøgnum, og upphavsrættarlig viðurskifti eru fingin upp á pláss.

 

Svar til spurning 4:

Sambært Kringvarpinum verður arbeiðið við at dagføra søvnini ætlandi liðugt um 2028/29.

Fyrsta stig er at uppstiga verandi søvn, so tey eru flættað saman við framleiðsluskipanunum.

Hetta arbeiðið er longu í gongd fyri hvørt serstakt miðlaøki – útvarp, sjónvarp og heimasíðu – og hvørt av hesum hevur fleiri undirøki, ið hava sína serstøku verkætlan og tíðarætlan.

Alt veldst tó um arbeiðsorkuna. Um ikki serlig fígging fylgir við, fer hetta at taka longri tíð.

Ein leyslig meting hjá Kringvarpinum er, at arbeiðið kostar 4 mió. kr. um árið í 5 ár.