Seks bilførarar fingu oyruni í maskinuna

- Fýra bilførarar fingu eisini klipp í koyrikortið, og tveir noyðast upp til nýggja koyriroynd, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Gjáramorgunin var løgreglan í Leirvík og gjørdi ferðkanningar.

 

Á summum vegastrekkjum í Leirvík er hámarksferðin bert 30 kilometrar um tíman, og tað var á einum slíkum vegastrekki, at løgreglan gjørdi ferðmátingar.

 

Tá loyvda hámarksferðin er minni, enn vanligt er í bygdum øki, skal eisini minni til, at tú sum bilførari kanst fáa klipp í koyrikortið - og enntá noyðast upp til nýggja koyriroynd.

 

Í kanningunum í Leirvík fingu seks bilførarar bót fyri at koyra skjótari enn loyvt er á vegastrekkinum.

- Fýra av bilførarunum, sum vit steðgaðu, fingu eisini klipp í koyrikortið, og tveir noyðast upp til nýggja koyriroynd, um teir ikki skulu missa koyrikortið.

 

Hetta visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.