Sjónveik gjørdist ørkymlað av leysum hundi

- Fyri ein sjónveikan, sum setir sítt álit á førarahundin, kann tað gerast beinleiðis hættisligt við leysgangandi hundum.

Í Skopun eins og í nógvum øðrum bygdum ganga hundar alt ov ofta leysir, tó at hundur skal havast í bandi, tá hann er úti á almennum veg.

 

Í gjár kom Skopunar kommuna við einari áheitan á sínar borgarar um ikki at lata hundar ganga leysar. 

 

- Vit hava staðfest á kommunustýrisfundi, at tað ikki er loyvt at lata hundar ganga leysar, tí hetta kann vera til stóran ampa fyri borgarar.

 

Sagt verður, at fyri ein sjónveikan, sum setir sítt álit á førarahundin, kann tað gerast beinleiðis hættisligt at møta leysgangandi hundi. 

 

Á Facebook-vanganum hjá kommununi verður víst á eina keðiliga hending í vikuni, har sjónveika, Lis-Mari Winther, kom illa fyri av leysum hundi í bygdini.

 

- Leysi hundurin gjørdist alt ov nærgangandi, og Lis-Mari gjørdist ørkymlað, siga tey í Skopunar kommunu, sum staðiliga heita á fólk um at hava hundin í bandi á almennum veg.

 

At enda verður sagt á Facebook-vanganum hjá kommununi, at Lis-Mari hevur givið samtykki til viðheftu mynd.