Skotland hevur nakað at prógva

EM24: Skotland er við á triðja sinni, men hevur ongantíð megnað at vunnið seg víðari

Skotland er á fjórða sinni á við til eitt EM-endaspæl, men vit skulu heilt aftur til EM 1996 fyri at vinna ein sigur í einum EM-endaspæli. Tað hevur ongantíð eydnast Skotlandi at koma víðari úr bólkaspælinum, og tað er við tí útgangsstøðinum, at vit skulu meta Skotland.

 

Við Steve Clarke á odda hevur Skotland birt eina vón um framburð. Tíverri sær tað út til, at hesin framburðurin var størstur fyrst í undankappingini, tá Skotland vann á millum annað Spania og Norra. Steve Clarke tók við í 2019, eftir at Skotland hevði mist kjansin at vinna seg til EM-endaspælið gjøgnum undankappingina.

 

Stóru spælararnir eru John McGinn (Aston Villa), Andy Robertson (Liverpool) og Scott McTominay (Manchester United). Teir spæla allir í Premier League og hava allir gjørt mun í undankappingini. Andy Robertson er liðskipari og undangongumaður, men avrikini í Liverpool hava verið undir miðal í eina tíð. Betur gongur hjá John McGinn, sum er í holt við at spæla Aston Villa í Champions League.

 

Scott McTominay bleiv heilt stóra hetjan í undankappingini við sínum sjey málum. Hann gjørdi sama nummar við Manchester United, har hann bleiv ein óvæntað kelda til mál. Hesum fær Skotland brúk fyri til EM-endaspælið, tí mótstøðan er hørð.

 

Hóast Skotland hevur stolta fótbóltssøgu og hevur fostrað spælarar til bestu deildirnar í Evropa, so er vandi fyri, at skotsku viðhaldsfólkini verður einastu vinnararnir úr Skotlandi til EM-endaspælið. Tað sigur søgan.

 

Føroyar og Skotland hava eina ríka fótbóltssøgu. Sterkast í minninum standa javnleikirnir á Toftum í 1999 og 2002. Samanlagt hava vit spælt 11 ferðir móti skotum, men ongantíð hevur tað eydnast at vunnið. Eisini hava spælarar sum Jákup Mikkelsen, Jens Martin Knudsen, Jens Kristian Hansen, Gunnar Nielsen og Hallur Hansson spælt í bestu deildini í Skotlandi.

 

Skotland er komið í ein ov sterkan bólk til at vænta annað enn eitt gott ball og nakrar góðar dystir. Skotland kann vinna seg víðari, men tað verður helst sum 3’ari.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Zander Clark (Hearts)

 

Angus Gunn (Norwich)

 

Liam Kelly (Motherwell)

 

Verjuspælarar:

 

Liam Cooper (Leeds)

 

Grant Hanley (Norwich)

 

Jack Hendry (Al-Ettifaq)

 

Ross McCrorie (Bristol)

 

Scott McKenna (FC København)

 

Ryan Porteous (Watford)

 

Anthony Ralston (Celtic)

 

Andy Robertson (Liverpool)

 

Greg Taylor (Celtic)

 

Kieran Tierney (Sociedad)

 

Miðvallarar:

 

Stuart Armstrong (Southampton)

 

Ryan Christie (Bournemouth)

 

Billy Gilmour (Brighton)

 

Ryan Jack (Rangers)

 

Kenny McLean (Norwich)

 

John McGinn (Aston Villa)

 

Callum McGregor (Celtic)

 

Scott McTominay (Manchester United)

 

Álop:

 

Che Adams (Southampton)

 

James Forrest (Celtic)

 

Lawrence Shankland (Hearts)

 

Tommy Conway (Bristol)

 

Lewis Morgan (New York Red Bulls)

 

Venjari: Steve Clark (Skotland)

 

Skráin:

 

Týskland – Skotland (14. juni klokkan 20.00)

 

Skotland – Sveis (19. juni klokkan 20.00)

 

Skotland – Ungarn (23. juni klokkan 20.00)