Sligo Rovers tapti fyri botnliði

Stefan Radosavljevic slapp á vøllin seinastu minuttirnar

Júst afturkomin frá Baltic Cup við landsliðnum var Stefan Radosavljevic við í hópinum í kvøld, tá Sligo Rovers á útivølli spældi dyst móti næstaftasta liðnum í bestu írsku fótbóltsdeildini, gamla liðnum hjá Sonna Ragnari Nattestad, Dundalk.

 

Undan dystinum var Dundalk níggju stig aftanfyri Sligo, men nú eru bert seks stig á muni, tí Dundalk vann dystin 1-0. Sigursmálið var skotið tá níggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.

 

Stefan slapp á vøllin tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

 

Sligo er nummar sjey og fjórðaftast í deildini við 25 stigum. Sligo hevur seks niður til Dundalk, ið er næstaftast í deildini við 19 stigum. 

 

Liðið sum endar næstaftast við kappingarenda spælir upp- og niðurflytingardystir móti næstfremsta liðnum í næstbestu deildini. 

 

Komandi dysturin hjá Sligo verður leiktur á heimavølli fríggjakvøldið 28. juni. Tá kemur Shamrock Rovers á vitjan.