Soleiðis meldar tú bát ella kampingvogn til bátafestival

- Vit gleða okkum at síggja nógvar bátar og kampingvognar á Toftum hin 4. mai, siga fyrireikararnir av bátafestivalinum á Toftum.

 

Í dag er tað bara ein vika, til ársins fyrsta bátastevna - bátafestivalurin - verður á Toftum.

 

Hetta er eitt stórt og hugnaligt tiltak við nógvum bátum, kampingvognum og nógvum fólki.

 

Fyrireikararnir siga, at tað er umráðandi hjá teimum, sum ætla sær báta-ella kampingpláss, at tryggja sær pláss undir festivalinum.

 

- Leinkja er til bátatilmelding. Trýst verður á leinkjuna, og síðan verða tit leidd inn á eitt skjal, sum verður fylt út.

 

Leinkja til bátatilmelding er - https://forms.office.com/e/X4t9J2knX8

 

Leinkja er eisini til tilmelding til kampingpláss, og her verða tey, sum ætla sær við, eisini leidd inn á tilmeldingarskjalið.

 

Leinkja til tilmelding av kampingvogni ella kampingbili er - https://forms.office.com/e/3xvPUth0in 

 

Her er leinkja til filmsbrot, har bjóðað verður vælkomin til bátafestival á Toftum - https://youtu.be/MLTIpbZunVc

 

- Vit gleða okkum at síggja nógvar bátar og kampingvognar á Toftum hin 4. mai, siga fyrireikararnir av bátafestivalinum.