Soleiðis minnist Levi aftur á nakrar ólavsøkur

- Tað er hátíðarligt og vakurt at síggja fólk í føroyskum klæðum. Hetta er ein staðfesting av, at vit eru føroyingar og eitt serstakt fólkaslag við egnum samleika, sigur Levi Mørk, sum áður hevur verið býráðslimur í Havn, men sum nú er býráðslimur í Vági.

Levi Mørk sigur, at honum dámar væl ólavsøkur, nú ólavsøkan hesaferð er løgd afturum. Tað eru løturnar saman við familju, vinum og kenningum, sum teljast mest og løturnar saman við børnunum, tó at tey nú eru vaksin.

 

- Tað eru fleiri góð ting við ólavsøkuni, og tískil er eisini trupult at siga, hvat er tað besta. Eg haldi tó, at tað besta er at vera saman við sínum nærmastu - og so er tað ikki minst kappróður ólavsøkuaftan og midnáttarsangur ólavsøkudag, sum fylla nógv.

 

Levi Mørk tekur aftur íaftur og heldur fyri, at skrúðgongan og setanin ólavsøkuaftan er ein so sera hugnalig og hátíðarlig løta.

 

- Mær dámar væl tónleik og list, og mær dámar væl at ganga í havnargøtum á ólavsøku og heilsa upp á fólk, eg kanska ikki havi sæð í áravís. Tað er vakurt og hátíðarligt at síggja fólk í føroyskum klæðum. 

 

Býráðslimurin heldur, at hetta er ein staðfesting av, at vit føroyingar eru eitt serstakt fólkaslag við egnum samleika, og betri kann tað ikki vera at vísa hetta enn á tjóðardegi okkara á ólavsøku, sum hann tekur til. 

 

Er tað nøkur ólavsøka, tú serliga minnist?

 

- Ja, eg minnist nógvar ólavsøkur, men serliga ólavsøkan í 1980 var nakað serligt. Hon var nevniliga bæði góð og ring.

 

Levi Mørk vísir á, at av tí góða, hann minnist hesa ólavsøku, var, at Vágbingur vann FM í kappróðri í 1980, men annars var tað Havnarbáturin, sum vann ólavsøkuróðurin.   

 

- Eg minnist, at vit lyftu Vágbingin yvir høvd niðri á bryggjuni. Sama kvøldið var eg á diskotek, og eg haldi meg minnast, at hetta var í Dallas. Eg var inni har eina løtu, men varð ikki koyrdur út aftur, sigur hann brosandi.

 

Býráðslimurin sigur seg eisini minnast, at hann gjørdist sera sjúkur við nógvari høvðupínu umleið 26. juli í 1980 - ella bert nakrar fáar dagar fyri ólavsøku hetta sama árið.

 

- Vit øll átta systkini vóru saman við foreldrunum við kampingvogni við Leynavatn. Túrurin varð avblástur, og vit fóru aftur til Havnar til Hjørdis-ommuna, so eg kundi fáa læknahjálp. 

 

Levi Mørk sigur, at Oddmar Færø, táverandi lækni, gav honum okkurt fyri høvuðpínu, sum hjálpti, og síðan kundi ólavsøkan 1980 haldast.

 

- Tað skal nevnast, at omma mín Hjørdis búði í Havn, so har vóru nógvar góðar løtur inni hjá henni og Sámali gjøgnum nógvar ólavsøkur. 

 

##med2##

 

Hann sigur, at ólavsøkan 2020, tá Smyril við monnum vann ólavsøkuróðurin og FM eisini er minnilig.

 

- Sum býráðslimur í Havn dámdi mær væl at vera við til skrúðgongur. Tað var nakað hátíðarligt yvir hesum og sjálvari setanini á ólavsøku.

 

Levi Mørk sigur, at onkuntíð vóru onkrar uppgávur tengdar at ólavsøkuni, tá hann var býráðslimur í Havn, eitt nú við at siga nøkur orð ella handa onkur steyp í ítróttarkappingum.

 

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

 

- Nei, eg sakni ikki nakað við ólavsøkuni. Haldi, at hon er vorðin betri, sum árini eru liðin. Kanska sakni eg tónleikin í Kommunuskúlagarðinum, har eg átti mong spor sum ungur, sigur býráðslimurin í Vágs kommunu.