Spent støða: Mæla frá øllum ferðum til Ísraels

Danska uttanríkisráðið mælir fólki frá at ferðast til Ísrael

(Mynd: Ronen Zvulun/Reuters)

Støðan í Ísrael er spentari og vandamiklari, eftir at Hizbollah í Libanon hevur hert álopini á Ísrael.

 

Tí mælir danska uttanríkisráðið øllum ferðum til allar partar av Ísrael. Føroyskir myndugleikar hava áður víst til tilmæli frá danska uttanríkisráðnum í líknandi støðum.

 

Uttanríkisráðið heldur, at trygdarstøðan í Ísrael er blivin meira spent seinastu tíðina – bæði orsakað av álopum frá Hizbollah og av støðuni í Gasa.

 

Í gjár vildi Hizbollah vera við, at tey høvdu skotið 200 rakettir og sent dronur við spreingievni eftir hernaðarmálum í Ísrael.

 

Ísrael framdi í tí sambandi álop á støð har suðuri í Libanon, haðani Hizbollah skjýtur rakettir ímóti Ísrael.

 

– Trygdarstøðan kann versna munandi við ongum ella stuttum skoðbrái. Um tú velur at ferðast til Ísrael, eigur tú at biða um professionella ráðgeving frammanundan, sigur uttanríkisráðið í nýggju vegleiðingini.

 

Tað er kanska óneyðugt at siga, at uttanríkisráðið eisini mælir frá øllum ferðum til Vestara Áarbakka og Palestina.

 

(Mynd: Ronen Zvulun/Reuters)