Tað er vert at berjast fyri rættinum at veiða springara

Nú er at hava ís í búkinum og vit skulu ikki hugsa tankan um at gevast, sigur løgtingsmaður

Vit skulu halda fram at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi burðardygt – eisini springara. Tað heldur Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Tvørtur ímóti heldur hann, at vit skulu ikki so mikið sum hugsa tankan um at gevast.

 

Hann minnist ágangin, sum var um grindadráp í áttatiárunum.  Høvdu vit ikki staðið so væl saman tá, hevði gagnnýtslan av grind farið í søguna, er hann vísur í.

 

– Men vit tóku lógvatak, og sjálvt um argumentini uttan úr heimi vóru, at grindahvalur varð eitt so einastandandi fitt og klókt djór, hildu vit rimmarfast um, grindaveiðan var burðardygg og tað var væl og virðuliga grundfest í føroyskari siðvenju og siðamentan. 

– Vit riðu stormin av og  vit eiga at spyrja okkum sjálvi, um tað ikki er stríðið vert at berjast fyri burðardyggari gagnnýtslu av tilfeinginum úr havinum rundanum okkum.

– Tað er ikki bara grind og springari ið er fitt í eygunum á útlendingum og útlendskum umhvørvis-yvirgangsfelagsskapum. Makrelur, sild, toskur, hýsa og ikki minst allur sjófuglur, eru eisini fitt í teirra eygum og tey skulu sjálvandi heldur ikki gerast føði hjá nøkrum blóðtystum barbarum úti í miðjum Atlantshavi, sigur løgtingsmaðurin.

– Gevast vit at berjast fyri burðardyggari gagnnýslu av tilfeinginum rundanum oyggjar okkara, er tilverugrundarlagið hjá komandi ættarliðum í landið okkara, fokið, sigur Brandur Sandoy. 

Sjálvur hevur hann altíð havt ta áskoðan, at vit skulu fara so væl við djórastovnunum sum gjørligt, men vit skulu taka tað úr teimum, sum ráðiligt er.

Eg havi eisini altíð hildið, at vit skulu fara so væl sum gjørligt við teimum djórum, vit gagnnýta, bæði úr sjógvi og haga. 

– Helst eiga vit at seta okkum niður fyri at finna útav, um vit kunnu finna skjótari mátar at avlíva eitt nú springarar og grindahval, heldur tingmaðurin av Sandi.

– Men vit mugu ikki hugsa tankan um at gevast við hesi gagnnýtslu av tilfeingi okkara, leggur hann afturat.

– Vit skulu minnast til at grannar okkara hava bæði tvøst og rossakjøt á matlepunum, sum tey bjóða teimum sum vitja tey í ferðavinnuhøpi, og tað er við at ríka samfelag teirra.

– Vit koma nú aftur í eina tíð, har politikarar mugu hava ís í búkinum, og ikki gera seg til fótatraðk hjá útlendskum áhugamálum, sigur Brandur Sandoy.

Samstundis ger hann greitt, at verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at banna burðardyggari veiðu av springara, fer hann ikki at taka undir við tí.