Spyr um stongdar fiskileiðir

Løgtingsmaður vil vita, hví fiskileiðir verða friðaðar og stongdar

Tað er Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur sett Dennisi Holm, fiskimálaráðharra, ein grein 52a fyrispurning, sum er soljóðandi:

1. Hví verða fiskileiðir friðaðar/stongdar?

2. Hvussu stórur prosentpartur av reellu fiskileiðunum á landgrunninum eru fullkomiliga ella partvís friðaðar/stongdar fyri trol?

3. Hvørjar søguliga góðar fiskileiðir til trol hava verið friðaðar ella stongdar longst?

4. Hvussu verða stovnsmetingar gjørdar?

5. Ber til at dokumentera, at virknaðurin á friðaðum/stongdum leiðum er positivur – tað vil siga, at átøkini virka eftir ætlan?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Bárður á Lakjuni á, at í mong ár hevur verið friðað/stongt á reellum fiskileiðum á føroyska landgrunninum. Summar reellar fiskileiðir, serliga hjá troli, hava verið friðaðar í mong ár, og sum skilst, so verður framvegis og framhaldandi friðað/stongt antin partvíst ella fullkomiliga.

– Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvør hugsanin og endamálið handan hesa friðing er, og um tað ber til at fáa sligið fast, at friðingarnar tæna sínum endamáli, sigur Bárður á Lakjuni.