Jógvan Kruse, borgarstjóri, Jógvan Magnussen, formaður í Staksnevndini og Eyðstein Zachariassen, formaður í trivnaðarnevndini

Stakkurin fekk ársins herðaklapp

- Felagsskapurin knýtir bygdafólkið, vitjandi og kommununa saman í eitt, og hetta hevur stóran fyri kommununa

Jógvan Kruse, borgarstjóri, Jógvan Magnussen, formaður í Staksnevndini og Eyðstein Zachariassen, formaður í trivnaðarnevndini

Á heysti í 2022 fekk Stakkurin heiðurin ”Ársins herðaklapp 2022", og hetta varð almannakunngjørt á mentanardøgum í Sunda kommunu.

 

Sunda kommuna hevur nógvu tey seinastu árini heiðra persóni ella felagsskapi, sum hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi.  

 

Grundgevingin fyri at geva Stakkinum heiðurin var, at hetta er ein virkin og savnandi felagsskapur í nærumhvørvinum.

 

Felagsskapurin lýsir kommununa frá síni allar bestu síðu, varðveitir siðbundna mentan og gevur nógv aftur til nærumhvørvið.  

 

- Í nógv ár hevur felagsskapurin savnað pening inn, sum tey síðan geva út aftur til góð endamál í nærumhvørvinum, eitt nú til bygdarhúsið.

 

Í grundgevingunum fyri at veita Stakkinum heiðurin varð sagt, at felagsskapurin knýtir bygdafólkið, vitjandi og kommununa saman í eitt, og hetta hevur stóran fyri kommununa.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Jógvan Kruse, borgarstjóri, Jógvan Magnussen, formaður í Staksnevndini og Eyðstein Zachariassen, formaður í trivnaðarnevndini