Steno Miðstøðin á Landssjúkrahúsinum útbyggjast

Steno Miðstøðin á Landssjúkrahúsinum skal útbyggjast fyri at bøta um umstøðurnar fyri bæði sjúklingar, starvsfólk og gransking.

Verkætlanin verður fíggjað av Novo Nordisk Fonden.

Rúni Abrahamsen, MAP Arkitektar, og Marjun Weihe Thomassen, Landsverk

Uppstigan av Steno Miðstøðini hevur týdning fyri nógvar sjúklingar

 

Við útbyggingini verða karmarnir fyri sjúklingar og starvsfólk, sum hava sína gongd á ambulatorinum, munandi betri, umframt at pláss verður til nýggjar hentleikar fyri kliniska heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum.

 

Hetta skrivar landsverk.fo.

 

Uml. 1500 sjúklingar við diabetes ella øðrum endokrinologiskum sjúkum hava tilknýti til Steno Miðstøðina. Í dag starvast tíggju fólk á økinum. So hvørt, sum karmarnir verða betri og møguleiki verður fyri at handfara fleiri uppgávur og víðka um granskingina, fer starvsfólkatalið at økjast. Fólk, sum luttaka í granskingarverkætlanum, fara at halda til í Steno Miðstøðini í styttri og longri tíðarskeið.

 

Byggingin byrjar í 2025

 

Landsverk er byggiharri á verkætlanini og hevur júst gjørt ráðgevaraavtalu við Sp/f MAP Arkitektar, sum skulu standa fyri høvuðsráðgevingini.

 

Sjálv byggingin byrjar ætlandi í 2025, og bygningurin kann væntandi takast í nýtslu í 2026. Inntil útbyggingin er klár, heldur virksemið fram í Steno Miðstøðini eins og higartil.

 

Verkætlanin verður fíggjað av Novo Nordisk Fonden, skrivar landsverk.fo.

 

##med2##

 

Sum liður í visjónini hjá Heilsumálaráðnum, Landssjúkrahúsinum og Novo Nordisk Fonden um, at styrkja innsatsin innan diabetes og endokrinologi annars í Føroyum, verður nýggj Steno Miðstøð fyrireikað, við tveimum hæddum á 1.200 m2 tilsamans. Tær báðar hæddirnar verða bygdar tvørturum C-bygningin á Landssjúkrahúsinum (bygningurin, sum verður kallaður “Steno C” í tekningini omanfyri).

 

Rúni Abrahamsen, MAP Arkitektar, og Marjun Weihe Thomassen, Landsverk