StÍF og EB samstarva um elstu dreingjaliðini

StÍF og EB hava avtalað nýtt samstarv, sum fevnir um dreingir 16 og 18, 1. deild og Burn.

Sunnuvá Vesturdal forkvinna EB og Egi Gothard Danielsen formaður Stíf

Tíðindaskriv

 

Við samstarvinum er málið at hækka góðskuna á venjingum, og sostatt verður menningin størri fyri einstaka leikaran.

 

D16 og D18 verða skipað sum felags lið, og hjá monnunum verður samstarvað um venjingar. Hetta samstarvið hevur við sær, at fleiri leikarar eru til venjingar, og tí verður vant við størri intensiteti. Og fyri evnaríkar leikarar, sum raðfesta hondbólt, gevur hetta møguleika hjá teimum at venja við Burn-hópinum, um teir spæla við 1. deild, D18 ella D16 og um teir koma úr StÍF ella EB.

 

Vit vóna og meta, at hetta samstarvið fer at gagna báðum feløgunum, serliga leikarunum.

 

 

 

 

 

Sunnuvá Vesturdal forkvinna EB og Egi Gothard Danielsen formaður Stíf