Stórskjúttin í SMS-deildini er við aftur í landsliðshópinum

Her er hópurin, ið skal møta Svøríki á heimavølli 3. apríl og Íslandi á útivølli 7. apríl

Savnsmynd

Stórskjúttin í SMS-deildini, Turið Arge Samuelsen verður við í hópinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum, ið fyrst í apríl skal spæla týdningarmestu landsdystirnar nakrantíð, EM-undankappingardystirnar móti Svøríki á heimavølli 3. apríl og Íslandi á útivølli 7. apríl.

 

Føroysku kvinnurnar stríðast fyri at enda millum fýra teir bestu tríararnar í teimum átta EM-undankappingarbólkunum. Tað kann gerast við at fáa stig í øðrum dystinum í apríl, ella við teprum tapum, har okkara kvinnur standa seg væl í roknskapinum móti tveimum teimum ovastu liðunum í bólkinum.

 

HER er hópurin:

 

 

 

Málverjar:

Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)

Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

 

Útileikarar:

Rannvá Olsen, VÍF

Hervør Niclasen, Neistin

Karin Egholm, H71

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Brynja Symphor Høj, Neistin

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin

Elsa Egholm, H71

Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin

Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)

Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

 

Dystirnir verða leiktir ávikavist mikudagin 3. apríl kl. 19.00 á Hálsi og sunnudagin 7. apríl kl. 17.00 í Hafnafirði. Atgongumerki til dystin í Føroyum fáast til keyps her: Føroyar – Svøríki, Kvinnur (atgongumerki.fo)

 

 

 

Savnsmynd