Sunak fær bara 10. hvønn sess í Undirhúsinum

Tað stendur einki til hjá Rishi Sunak, forsætisráðharra í Bretlandi. Konservativi flokkurin í Bretlandi fær bara 10. hvørja atkvøðu í nýggjari kanning

 

Rishi Sunak, forsætisráðharri, og Konservativi flokkurin kunnu gleða seg til eitt skuffandi valúrslit. (Savnsmynd). - Mynd: Dan Kitwood/Ritzau Scanpix

Konservativi flokkurin er í vanda fyri at fáa ringasta valið í søgu floksins. Í morgin fara bretar á val.

Bretar nærkast endanum av valstríðnum, har Konservativi flokkurin er í vanda fyri at fáa ringasta valið nakrantíð, meðan javnaðarflokkurin Labour stendur til stórsigur.

Ein veljarakanning, sum greiningarstovnurin Survation almannakunngjørdi mikumorgunin, sigur, at Labour fer at fáa 484 av 650 sessum í Undirhúsinum, meðan Konservativi flokkurin skal gera sær dælt av 64 sessum.

Hetta skrivar bretski miðilin The Guardian.

Um tað endar við at ganga sum Survation spáar, so fær Konservativi flokkurin bara tíggjunda hvørt pláss í Undirhúsinum.

Ongantíð áður í 190 ára søgu floksins hevur hann havt so fá umboð.

650 sessir eru í Undirhúsinum, sum er eitt av teimum báðum kømrunum í bretska parlamentinum. Sessirnir í seinna tingsalinum, Yvirhúsinum, standa ikki fyri vali.

Á seinasta tjóðartingsvali í 2019 vann Konservativi flokkurin 365 sessir, meðan Labour vann 202.

Kanningin hjá Survation varð gjørd millum 34.559 veljarar.

Konservativi flokkurin hevur sitið í stjórn í 14 ár, men klárar valla at skipa stjórn eftir valið í morgin.

Rishi Sunak, forsætisráðharri, hevur staðið á odda fyri flokkinum síðani oktober 2022. Hann tók við eftir Liz Truss, sum legði frá sær minni enn tveir mánaðir eftir, at hon gjørdist forkvinna.

Hinir floksleiðararnir, sum seinastu 14 árini hava staðið á odda fyri Konservativa flokkinum, eru Boris Johnson, Theresa May og David Cameron.

Á bretskum tjóðartingsvali er meirilutaval í einmannavaldømum. Hetta merkir, at bert eitt valevni skal veljast úr hvørjum valdømi.

Allar atkvøður, sum fara til onnur valevni enn vinnandi valevnið í einum ávísum valdømi, eru burturspiltar.

Tí kann tann parturin av tingsessum, sum ein flokkur fær, ikki umsetast beinleiðis til, hvussu stóran part av atkvøðunum flokkurin hevur fingið - og øvugt.

Ein samanskriving, sum The Guardian hevur gjørt av mátingum hjá ymiskum greiningarstovnum frá seinastu tíggju døgunum, vísir, at Labour stendur til at fáa umleið 40 prosent av atkvøðunum.

Konservativi flokkurin stendur til at fáa umleið 20 prosent av bretsku atkvøðunum.

/ritzau/

 

 

 

Rishi Sunak, forsætisráðharri, og Konservativi flokkurin kunnu gleða seg til eitt skuffandi valúrslit. (Savnsmynd). - Mynd: Dan Kitwood/Ritzau Scanpix