Mynd av Mykinesi: – Aftaná meira enn 10 ára royndir við yvirvøku og umsiting av fuglastovnunum í Ramsaroyggjunum verður mett, at tað gagnar fuglastovnunum at víðka galdandi siglingarreglur til alt landið, har fuglur heldur til, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna

Tað er greið heimild at áseta reglur um sigling fram við landi

Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, í svari til Árna Skaale, løgtingsmann, um kunngerð um sigling fram við landi, har fuglur heldur til

Mynd av Mykinesi: – Aftaná meira enn 10 ára royndir við yvirvøku og umsiting av fuglastovnunum í Ramsaroyggjunum verður mett, at tað gagnar fuglastovnunum at víðka galdandi siglingarreglur til alt landið, har fuglur heldur til, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna

Løgtingsmaðurin setti landsstýriskvinnuni ein grein 52a fyrispurning um málið. Spurningurin hjá Árna Skaale var soljóðandi:

1) Er uppskotið til kunngerð um sigling fram við landi, har fuglur heldur til, grundað á røttu lógarheimildina?

2) Hvat er sum heild fuglafrøðiliga/vísindaliga grundarlagið fyri átøkunum í kunngerðini?

3) Er tað einans ferð - og ikki onnur viðurskifti og umstøður – so sum talið av bátum, sum ger órógvar fuglalívið?

4) Hvørja ávirkan hava so víðfevndar friðingar fyri tey, sum hava vinnuligt virksemi við ferðafólkum?

5) Ætlar landsstýriskvinnan at leggja so víttfevnandi friðingar fyri Løgtingið, áðrenn tær verða settar í verk?

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum svarar spurninginum soleiðis:

Til spurning 1

Heimildargrundarlagið til kunngerðauppskotið um sigling fram við landi, har fuglur heldur til, er grein 20 í lóg um verju av havumhvørvinum. Sambært serligu viðmerkingunum til grein 20 í lógini, so er ásetingin ætlað at gera “tað møguligt at seta í gildi reglur, sum ikki beinleiðis koma undir hinar partarnar í lógini, men sum koma undir endamál lógarinnar.” Endamál lógarinnar er sambært grein 1 í lógini “at varðveita vistskipanir og djóra- og plantulív” og at “varðveita eitt reint og ríkt hav og at fyribyrgja og avmarka dálking av havi, strond og luft og aðra ávirkan á náttúru og umhvørvi frá virksemi, ið kann.... hótta vistskipanir og livandi tilfeingi í havinum ella... skaða náttúru- og mentanarvirði á og í havinum, fram við strendurnar og á havbotninum.”

Eisini er staðfest í grein 2 í lógini og serligu viðmerkingunum til ásetingina, at lógin er galdandi fyri “skip, bátar, prámar, flótandi ella støðufastar havstøðir, flogfør, umframt annan flótandi ella fastan útbúnað, sum t.d. vind- ella streymorkuverk á sjónum.” Tað er eisini nágreinað í lógarviðmerkingunum, at lógin ikki bara er galdandi fyri vinnuliga sigling, men eisini fyri frítíðarfør. Frítíðarfør kunnu eitt nú vera motorriknir bátar, seglbátar, vatnskutarar o.a.

Av tí at havumhvørvisverndarlógin er ein rammulóg, er tað natúrligt at hava eina áseting, sum grein 20 í lógini, ið gevur landsstýrinum heimild at áseta reglur á økjum, sum koma inn undir endamál lógarinnar. Sigling við vinnuligum førum eins og frítíðarførum fram við landi, har fuglur heldur til, rúmast skilliga innanfyri endamál lógarinnar og hennara verndaráhugamál. Tí verður mett, at tað er greið heimild at áseta reglur um sigling fram við landi til frama fyri fuglalívið á landi og sjógvi.

 

Til spurning 2

Fuglafrøðiliga og vísindaliga grundarlagið fyri kunngerðini er fyrst og fremst tað stóra arbeiði, sum Ramsar-nevndirnar í Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi hava gjørt síðstu 12 árini. Í Ramsarnevndunum sita fólk við fuglafrøðiligum og vísindaligum førleikum umframt serkøn fólk á staðnum, sum varða av fuglabjørgum og høgunum í nevndu oyggjum. Hesar nevndir hava eygleitt, umrøtt og skjalfest, hvussu fuglastovnarnir eru fyri og mett um, hvørjar hóttanir eru í økinum. 

Tríggjar eyðkendar hóttanir fyri fuglalívið ganga aftur: rotta, órógvandi gongd í haga og órógvandi sigling við skjóttgangandi bátum nær landi. Hesar hóttanir mugu sigast at vera algongdar kring oyggjarnar, óansæð um talan er um tilnevnda Ramsar-oyggj ella ikki og er hetta tí eisini grundarlagið, sum er brúkt fyri at víðka verndina til frama fyri fuglin kring alt landið.

Tað er serliga í tíðarskeiðinum, tá fuglurin reiðrast og hevur pisur, at tørvur er á víðkaðari verju.

Tað er eisini tí, at ítøkiligar avmarkingar bara eru settar fyri sigling í tíðarskeiðinum 15. apríl til 31. august. 

 

Til spurning 3

Ein skjóttgangandi ella larmandi bátur kann vera nóg mikið til at órógva fuglin í tíðarskeiðinum, tá hann hevur størstan tørv á verju. “Betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin”, sigur orðatakið og innan náttúru- og umhvørvisvernd er fyrivarnisreglan galdandi. Tí eru reglur ásettar um hámarksferð fyri sigling fram við landi og fyri annan larmandi atburð við siglandi førum undir landi í tíðarskeiðinum 15. apríl til 31. august.

Aftaná meira enn 10 ára royndir við yvirvøku og umsiting av fuglastovnunum í Ramsaroyggjunum verður mett, at tað gagnar fuglastovnunum at víðka galdandi siglingarreglur til alt landið, har fuglur heldur til. 

 

Til spurning 4

Verndarreglurnar eru ikki nøkur forðing fyri vinnuligum virksemi á sjónum í tí økinum, sum er fevnt av reglunum. Sigling inn og út úr havnum í økjum, sum eru fevnd av avmarkingum um hámarksferð, verður ikki ávirkað og hædd er eisini tikið fyri, at loyvt er at sigla skjótari í sambandi við grindarakstur og um neyðstøða er. Harumframt er rutusigling eftir almennari ferðaætlan heldur ikki fevnt av reglunum.

Verndarreglurnar verða sum omanfyri nevnt ikki mettar at vera ein forðing fyri vinnuligari sigling. Í mun til vinnuliga sigling við ferðafólkum ella fyri frítíðarsiglarar kunnu reglurnar øvugt sigast at vera ein fortreyt fyri, at tað framvegis er eitt lívfrøðiligt grundarlag at sigla við ferðafólkum fram við fuglabjørgum og at tað økir um rekreativu virðini, at frítíðarsiglarar kunnu eygleiða fuglalívið fram við landi. Vísast skal tó á, at kunngerðin hevur verið í hoyring hjá áhugapørtum í vinnuni, og viðkomandi viðmerkingar frá hesum pørtum verða tiknar við í endaligu kunngerðina.

 

Til spurning 5

Mett verður, at landsstýriskvinnan longu í lógini um havumhvørvisvernd hevur fingið nøktandi heimild frá Løgtinginum til at verja fuglastovnarnar móti neiligari ávirkan frá sigling og larmandi virksemi undir landi. Tí verða galdandi reglur um avmarkingar í sigling framvið landi, sum higartil bara hava verið galdandi fyri Ramsar-oyggjarnar, víðkaðar til at galda fyri alt landið allar árstíðir men serliga í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august fyri at verja fuglin, sum reiðrast og hevur pisur at fóðra, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

 

 

Mynd av Mykinesi: – Aftaná meira enn 10 ára royndir við yvirvøku og umsiting av fuglastovnunum í Ramsaroyggjunum verður mett, at tað gagnar fuglastovnunum at víðka galdandi siglingarreglur til alt landið, har fuglur heldur til, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna