Tað gongur av skriðuni hjá FC Hoyvík

1. DEILD: Eftir tap á heimavølli í kvøld ímóti NSÍ er FC Hoyvík aftast

Tað gongur fínt hjá næstbesta liðnum hjá NSÍ, sum Jákup Mortensen hevur ábyrgdina av

5. mai vann FC Hoyvík ársins fyrsta sigur. Tað var á heimavølli ímóti AB, sum fór til hús við 1-0 tapi. Tá varð vónað, at tað nú fór at gleppa, og at FC Hoyvík fór at skava so frægt av stigum saman, at tað skuldi eydnast at vinna liðið úr botninum.

 

Men soleiðis hevur tað als ikki gingið. Í kvøld tapti FC Hoyvík 2-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Hetta var triði dysturin síðani sigurin ímóti AB, og FC Hoyvík hevur tapt allar tríggjar dystirnar og er niðast á talvuni við fýra stigum.

 

Hjá NSÍ gongur tað fínt. Sigurin í kvøld var tann fjórði, og saman við fimm javnleikum ber tað 17 stig í úrtøku og triðja pláss á støðutalvuni við sær. Liðið er góð blanding av nógvum ungum spælarum og so onkrum royndum spælarum.

 

Í kvøld var tað ein av ungu monnunum, 18 ára gamli Ragnar Steinhólm, sum beinanvegin legði NSÍ á odda. Hetta var triði dysturin á rað, at hann var málskjútti. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað veteranurin Pól Jóhannus Justinussen, sum økti um munin til 2-0.

 

Nakrar minuttir undan 2-0 málinum varð heimaliðið undirmannað, tí Sjúrður Jensen sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið varð vístur av vøllinum. Hóast FC Hoyvík var undirmannað, so eydnaðist tað at minka um munin til 2-1. Málskjútti var innskifti Hans Jákup Annfinsson. Hetta var fyrsta málið hjá Hans Jákup Annfinsson, síðani hann fyri stuttum fór at spæla við FC Hoyvík. Hann hevur annars verið í hinum høvuðsstaðarfeløgunum – HB, AB og B36 – men í fjør spældi hann ikki.

 

Leygardagin um eina viku fær FC Hoyvík vitjan av FC Suðuroy, og  tá fer NSÍ at spæla á útivøll ímóti TB.

 

Tað gongur fínt hjá næstbesta liðnum hjá NSÍ, sum Jákup Mortensen hevur ábyrgdina av