Tað rørir meg at síggja skrúðgonguna

- Ólavsøkan í 1991, tá eg fyrstu ferð møtti konu míni, Gudny, er nakað fyri seg, sigur Kári Johansen 

 

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Ja, tað fari eg, sigur Kári Johansen avgjørdur.

Hvussu heldur tú ólavsøku?    

- Ólavsøkan byrjar við góðum morgunmati saman við nærmastu familjuni heima í Vørðsluni. 

Kári vísir á, at tað koma altíð nógv fólk á gátt í barnaheiminum, og tað er sera hugnaligt. 

- Tá øll eru klár í føroyskum klæðum verður farið oman á Vaglið til setanina. Síðan verður farið til ymisku tiltøkini, sum eru kring allan býin, har nógv góð prát spyrjast burturúr. Tað gleðir meg at síggja, at so nógv fólk eru samlað í vøkru Havnini. 

Hann heldur, at Vágsbotnur og miðbýurin eru við til at skapa trivnað og hugna í miðstaðarøkinum. 

Kári Johansen vísir á, at tað er siður hjá honum og familjuni at seta kósina oman á bryggjuna til kappróðurin, og hann plagar eisini at fara í tivoli við abbabørnunum.  

- Ólavsøkan verður hildin saman við familju og vinum, og hon endar altíð á Vaglinum til midnáttarsangin. 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?   

- Tað er setanin, og tað rørir meg at síggja skrúðgonguna koma marsjerandi oman eftir havnargøtum við tónleiki, hestum og ítróttarfólki. Løtan, tá ólavsøkan verður sett, er serlig hvørt ár.

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?    

- Ólavsøkan í 1991, tá eg fyrstu ferð møtti konu míni, Gudny, er nakað fyri seg.

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

- Eg sakni, at havnaliðini spæla dyst í Gundadali á ólavsøku, sigur Kári Johansen.