Tað sær øgiliga gott út á Vágseiði

1. DEILD: Í dag var Pætur Augustinussen málskjútti, tá ið FC Suðuroy við sigri ímóti sandoyingum lyfti seg fram á uppflytingarpláss

Stórfagnaður eftir at Pætur Augustinussen stutt undan leikloki skoraði 1-0 sigursmálið, sum ber við sær, at FC Suðuroy er á uppflytingarplássi

Fótbóltslagið á Vágseiði og syðri helvt av Suðuroy er so sera gott. Í dag vann FC Suðuroy 1-0 á heimavølli ímóti B71, og eftir 11. umfar er FC Suðuroy næstfremst og harvið á uppflytingarplássi. B36 er topplið við 23 stigum, men tað ber ikki til hjá B36 at flyta upp, tí B36 eigur longu lið í bestu deildini.

 

Tí vóru tað tey bæði, sum í løtuni liggja best fyri í royndini at vinna uppflyting, sum hittust á Vágseiði tíðliga seinnapartin. Talan er um feløg, sum áður hava verið í fremstu røð, og í B71 minnast tey FM heitið í 1989, og á Vágseiði minnast tey aftur á FM heitið, sum VB vann í 2000.

 

Tað er merkisvert, at FC Suðuroy er so ovarlaga á talvuni, tí FC Suðuroy er nýtt lið í næstbestu deildini. Tey bæði undanfarnu árini var FC Suðuroy í triðbestu deildini, har liðið í fjør var sannførandi uppflytari.

 

Gamla landsliðskempan Pól Thorsteinsson er venjari á Vágseiði, og tað letur til, at hann er við at fáa liðið at rigga við nógvum lokalum spælarum. Í dag var tað Pætur Augustinussen, sum fýra minuttir undan leikloki skoraði 1-0 sigursmálið. Hetta var triðja málið hjá honum í ár.

 

Á FC Suðuroy liðnum eru tríggir útlendskir spælarar, og saman við teimum kappast nógvir lokalir spælarar um plássini á liðnum. At teir eru í ymiskum aldri hevur stóran týdning.

 

Í dag var talan um spennandi og tætta uppgerð, og tað kundi havt koppað báðar vegir.

 

B71 er á triðja plássi við 18 stigum, og fríggjakvøldið um eina viku fer B71 at spæla í Klaksvík á norðoyastevnu.

 

Næsta uppgávan hjá FC Suðuroy verður leygardagin á útivølli ímóti FC Hoyvík.

 

Stórfagnaður eftir at Pætur Augustinussen stutt undan leikloki skoraði 1-0 sigursmálið, sum ber við sær, at FC Suðuroy er á uppflytingarplássi