Tær á Sílinum aftur bestar í dag

Kappróður gentur 14 – 16 ár: Aftur í dag vóru tær úr Sandavági næstfyrstar

Tað endaði aftur í dag soleiðis, sum tað hevur gjørt tvær tær undanfarnu ferðirnar, tá ið 14 – 16 ára gomlu genturnar kappaðust á jóansøku, sum í ár er í Vági.

 

Sílið úr Havn hevur verið fremst tvær tær undanfarnu ferðirnar, og Sílið var aftur í dag fyrst á mál. Ørnin úr Sandavági var í dag næstfyrst fyri triðju ferð, og Drekin hjá Havnar Róðrarfelag var aftur í dag nummar trý, sum hann eisini tvær tær undanfarnu ferðirnar hevur verið.

 

Sílið var tvær bátslongdir undan næstu bátunum. Sigurin var harvið sera sannførandi, meðan kappingin um næstfremsta plássið var øgilig. Ørnin og Drekin togaðust leingi borð um borð, men so sá tað út til, at tær úr Sandavági høvdu størri orku. Men so var tað í endaspurtinum, at Drekin svaraði aftur, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin frá Ørnini og aftur til Drekan lítil og eingin.